Sjóvarfalsverkið Dragon 4 hjá Minesto hevur sett nýtt met í streymframleiðslu í Vestmannasundi í summar. Verkið er dagført við nýggjari PTO-skipan, sum ger tað møguligt at gagnnýta orkuna í sjóvarfallinum betur.
Ein 14 daga samanbering vísir, at dagførda Dragon 4 framleiddi um 5,1 MWh. Áðrenn dagføringina var framleiðslan í einum samsvarandi 14 daga tíðarskeiði um 3,0 MWh. Munurin er umleið 70 prosent.
Minesto upplýsir tó ikki, hvussu nógv verkið tilsamans hevur framleitt í summar. Grafurin vísir bert framleiðsluna í tveimum 14 daga tíðarskeiðum.
Sterkari sjóvarfall enn væntað
Sambært Minesto hava mátingar víst, at sjóvarfallið í Vestmannasundi er sterkari, enn felagið áður hevði roknað við. Upprunaliga PTO-skipanin megnaði tí ikki at gagnnýta alla orkuna, sum var tøk.
Nýggja skipanin hevur sambært felagnum økt orkuframleiðsluna gjøgnum alt sjóvarfallsskeiðið og samstundis minkað um kostnaðin av skipanini.
Heimsins mest orkugagnnýtandi sjóvarfalsverk
Martin Edlund, stjóri í Minesto, sigur, at felagið nú metir seg hava prógvað, at Dragon 4 er heimsins mest orkugagnnýtandi sjóvarfalsverk, tá ið talan er um at umskapa tøka sjóvarfalsorku til elorku.
Hann vísir á, at niðurstøðan byggir á samanhangandi framleiðslu í fleiri mánaðir, og at úrslitini samsvara við útrokningarnar og modellini hjá felagnum.