Ongi úrslit

Minkaði 20 prosent frá 2012 til 2020 - men so vendi gongdin

  Nú skulu álítandi tøl fáast fyri, hvussu nógvir føroyingar fara til Danmarkar at lesa

Áki Bertholdsen
13. februar 2025 kl. 11:05

Frá 2012 til 2022 er talið á føroyskum lesandi í Danmark, minkað 20 prosent. Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í útbúgvingarmálum.

Bárður á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur spurt hann, hvussu nógvir føroyingar í roynd og veru eru farnir til Danmarkar at lesa, og hvussu gongdin hevur verið.

Landsstýrismaðurin igur, at Hagstova Føroya hevur gjørt samstarv við hagstovuna í Danmark um at fáa betri tøl fyri, hvussu nógvir føroyingar eru í Danmark og lesa.

Men tølini eru ikki fullfíggjað og tí verður arbeitt fyri at fáa álítandi tøl og væntandi vera tey tøk seinni í ár.

Men ein uppgerð er kortini yvir hvussu nógvir føroyingar lesa á yrkisnámi, og sum eru undir hægri lestri, í Danmark, og sum eru búsitandi uttanlands, eru tøk fyri árini 2012 - 2022.

Uppgerðin vísir, at talið á føroyingum, sum eru undir útbúgving á donskum útbúgvingarstovnum, og sum eru búsitandi uttanlands, er minkað umleið 500 fólk frá 2012 til 2022, ella úr umleið 2.350 fólkum til umleið 1.850 lesandi um árið.

Tað svarar til eina minking upp á góð 20 prosent.

Tá ið talið var mest, var tað 2.446 og tað var í 2013 og tá ið tað var lægst, var tað 1.737 og tað var í 2020, men so hækkaði tað aftur.

Tað er tann bláa strikan. Sum tað sæst á gulu strikuni, eru tølini frá Studna yvir 1.000 færri, men hetta talið eru tey, sum fáa ferðastuðul frá Studna - og tær báðar strikurnar fylgjast rættiliga væl.

Hinvegin eru eingi fullfíggjað hagtøl um lesandi, og tey, sum fáa førleikagevandi útbúgvingar, í Føroyum.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta hevði Eyðdis ikki roknað við

4 tímar síðan

Bjørk boykottast

7. januar kl. 21:01

At verja Føroyar móti islamismuni er ein moralsk skylda

5. januar kl. 20:11

“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nógv vart við seg”

8. januar kl. 15:43

Avlýs loysingina

6. januar kl. 13:50

Sendimaðurin við til nýggjárskur

Í gjár kl. 19:11