Ongi úrslit

Minstalønin í ES: Munurin er meira enn 16.000 krónur um mánaðin

Minstalønin í ES er úr 620 evrum í Bulgaria upp í 2.771 evrur í Luksemborg. Fimm ES-lond hava onga lógarásetta minstaløn.

Stórur munur er á lógarásettu minstalønini í ES. Hin 1. juli 2026 lá hon millum 620 evrur, umleið 4.625 krónur, um mánaðin í Bulgaria og 2.771 evrur, umleið 20.674 krónur, í Luksemborg.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Stórur munur er á lógarásettu minstalønini í ES. Hin 1. juli 2026 lá hon millum 620 evrur, umleið 4.625 krónur, um mánaðin í Bulgaria og 2.771 evrur, umleið 20.674 krónur, í Luksemborg.

Í seks ES-londum var minstalønin oman fyri 1.500 evrur um mánaðin. Tey eru Luksemborg, Írland, Týskland, Niðurlond, Belgia og Frakland. Í hesum bólkinum var minstalønin lægst í Fraklandi, har hon var 1.867 evrur um mánaðin.

Fimm lond uttan lógarásetta minstaløn

22 av teimum 27 ES-londunum hava eina landsfevnandi, lógarásetta minstaløn. Danmark, Italia, Eysturríki, Finnland og Svøríki hava onga slíka skipan. Har verða minstalønir í staðin ásettar í sáttmálum innan ymiskar vinnugreinar.

Tá hædd verður tikin fyri muninum á prísstøðinum í londunum, verður munurin munandi minni. Roknað eftir keypiorku er hægsta minstalønin 2,3 ferðir so høg sum tann lægsta.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingsmaður noktar at tosa enskt tá ið hann fer á matstovu í Føroyum

5. august kl. 11:58

Nógvur ófriður í nátt - løgreglan hevur havt fleiri í brummuni

8. august kl. 08:24

67 ára gamli musikkhandilin, Simme Musikkhús í vanda fyri at lata aftur!

8. august kl. 12:03

Sjúkrabilar og brandbilar høvdu ikki fingið koyrt fyri parkeraðum bilum

9. august kl. 08:19

Fekk bót tí at hann hevði ikki rætta koyrikortið

Í gjár kl. 07:21

Mong eru noydd úr bústaðnum um summarið

23 tímar síðan