Ì gjáramorgunin varð førarin á einum lastbili, meldaður.
Hann koyrdi í Kollafjarðardagli við stórum rútum í lastini, men best sum hann kom koyrandi, misti hann ein rút úr lastini og niður á vegin.
Eingin var fyri, men ein bilur, sum kom aftan á tók mynd av nummarplátuni á lastbilinum, so tað var skjótt hjá løgregluni at finna bilføraran.
Hann er skuldsettur fyri ikki at hava tryggjað lastina nógv væl og tað missur hann koyrikortið fyri.
Tað sama hendi í Hósvík hendan dagin, har ein lastbilur misti ein lut úr lastini. Men tað rakti ein bil, sum kom aftan á. Hann fekk skaða, men fólkaskaði var eingin.
Løgreglan sigur, at tey hava ikki funnið føraran á tí lastbilinum, men tey arbeiða við málinum, eitt nú skulu tey kanna ymsar upptøkur av vegnum har um vegir.