Ongi úrslit

Mobile Pay fer at kunna brúkast av ávísum føroyingum

Jóhanna Højgaard
4 tímar síðan

Kundar í 21 peningastovnum í Danmark, Grønlandi og Føroyum fáa nú møguleika at brúka MobilePay til at gjalda á sama hátt, sum vit kenna tað frá Apple Pay, eitt trýst á síðuna á telefonini og síðani seta telefonina ímóti gjaldsterminalin.

Harvið fáa kundarnir møguleika at brúka eina danska/norðurlendska fartelefonargjaldsskipan í handlum í staðin fyri eina amerikanska.

Í fjør vóru Danske Bank og SEB Kort tey fyrstu, sum tóku MobilePay Tap to Pay í nýtslu. Við loysnini kunnu iPhone-brúkarar velja at brúka MobilePay í staðin fyri Apple Pay.

Frá í dag fylgja enn 21 bankar og sparikassar, sum eru knýttir at dátumiðstøðini NBS. Talan er um fleiri lokal sparikassar, Lån & Spar Bank, grønlendska Bankivik og allir fýra peningastovnarnir í Føroyum.

Tap to Pay við MobilePay er ikki bara fyri iPhone-brúkarar. Eisini Android-brúkarar kunnu nýta loysnina.

Bert ávísir føroyingar kunnu brúka loysnina

Kundar í grønlendska bankanum Bankivik fáa eisini henda møguleikan, og tað sama er galdandi fyri ávísar brúkarar í Føroyum.

MobilePay er framvegis ikki alment tøkt í Føroyum. Tó kunnu føroyingar, sum stovnaðu sær MobilePay, meðan teir búðu í Danmark og framvegis hava danskan bústað og danskt telefonnummar skrásett, brúka nýggju Tap to Pay-loysnina.

Vit spurdu Suðuroyar Sparikassa, hví møguleikin í løtuni bert fevnir um henda bólkin av føroyskum kundum.

Sparikassin vísir á, at talan er um ein spurning, sum bankavinnan í felag svarar upp á:

-Sambært bankavinnuni er orsøkin lógarteknisk. Neyðugu broytingarnar skulu góðkennast bæði í Fólkatinginum og Løgtinginum, áðrenn MobilePay kann verða tikið í almenna nýtslu í Føroyum.

Tá reglurnar eru samtyktar, eigur tann tekniska loysnin at vera klár, soleiðis at føroyskir kundar kunnu fáa atgongd til tænastuna.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 16:48

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 10:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 23:57

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

Í gjár kl. 12:49