Tórshavnar býráð hevur samtykt at leiga eini sethús í stoffalá til frítíðarskúlan Smílibýlinum. Hetta eru eini sethús, sum liggja beint yvirav verandi skúla - men hetta er ein fyribils loysn, tí býráðið hevur funnið eini nýggj hús til Smílibýli.
Tey eru í Djóna í Geil gøtu, men tey krevja ábøtur, og tí er neyðugt við hesi fyribilsloysnini.
Samstundis er verandi smílibýli ov lítið og harumframt eru umstøðurnar nú so vánaligar, at tað er bráðneyðugur tørvur á at fáa nýggj høli - og tað má vera nú.
Hetta er eitt mál, summir býráðslimir í minnilutanum í býráðnum ikki taka undir við, tí tey siga, at tað er alt ov dýrt at leiga fyribils hølini í Stoffalá.
Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Kommunulistan vísir á, at tað kostar býráðnum næstan 50.000 krónur um mánaðin at leiga hesi húsini, og tað er eitt tað dýrasta leigumálið hann veit um. Sum skilst er leigumálið galdandi í trý ár.
Hann heldur, at býráðið eigur heldur at flyta Smílibýli í lonirnar við Studentaskúlan í Hoydølum til ein endalig loysn er funnin.
Eisini Birgir Nielsen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin, heldur, at leigan er dýr, men hann hevur ikki sæð nakað alternativ fyri at fáa eina bráðneyðuga loysn. Sostatt heldur hann, at kann hetta loysa trupulleikan eina stutta tíð, fer hann ikki at seta seg ímóti tí.
Heldur Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin, er so avgjørdur ímóti ætlanini, tó at hann heldur, at tey áttu at funnið onkra aðra loysn - men málið er átrokandi og ein loysn má finnast nú.
Heidi Lava Elgeirsdóttir forkvinna í mentamálanevndini hjá býráðnum heldur ikki at leigan er so órímilig til endamálið.
– Tað er dýrt, og tað er so mangt, sum kostar pengar, sigur hon. Men hon sigur, at hetta er ein møguleiki tey fingu, og tey mugu hava eina loysn alt fyri eitt.
Býráðslimir í meirilutanum førdi eisini fram, at ein orsøk til at leigan er so høg, er tann, at tað fer illa við einum bygningi at hava frítíðarskúla í honum.