Tað skal verða munandi betri umstøður hjá foreldrum at fáa børn í Føroyum. Tað ætlar samgongan, segði Beinir Johannesen, løgmaður, í ólavsøkurøðu síni í gjár.
Hetta merkir, gjaldið úr barsilsskipanini skal hækkast. Men harumframt fara foreldur eisini fara at fáa eina eingangs upphædd í hondina tá ið tey fáa eitt barn.
Og harumframt skal barsilsskipanin verða smidligari so at foreldur fáa betri umstøður at leggja barsilsfarloyvi til rættis sum tað passar teimum best.
Tað er dýrt at liva og tað rakar nógv fólk hart, serliga barnafamiljur og tí fara foreldur at fáa ein skattafrían barnakekk upp á 20.000 krónur, hvørja ferð tey fáa eitt barn, segði løgmaður.
Samstundis skal barnafrádrátturin í skattinum hækkast so líðandi. Harumramt ferður eisini farið undir at hækka hámarkið fyri, hvussu nógv foreldur at pinkubørnum kunnu fáa í gjaldi úr barsilsskipanini.
Í dag er hámarkið 31.922 krónur um mánaðin, men samgongan ætlar at hækka tað upp í 60.000 krónur, ella næstan at tvífaldað gjaldið.
Foreldur eiga ikki at fara niður í løn, tá ið tey fara í barsilsfarloyvi, segði løgmaður.
Eitt, hendan samgongan hevur sett sær fyri, er at gera barsilsskipanina smidligari, so at foreldur sjálv kunnu leggja barsilsfarloyvið til rættis.
Í hesum sambandi skal tað bera til at leingja barsilsfarloyvið upp í tvey ár har tey so kunnu fáa eitt hálvt gjald úr barsilsskipanini, ella har á leið.
Men tað fer at gera tað lættari hjá foreldrum at pinkubørnum at gera avtalu við arbeiðsgevaran um at at nakrar tímar um dagin ístaðin fyri fulla tíð.
Eisini er ætlanin, at tað skal bera til at goyma nakrar vikur við barsilspeningi í eitt áramál. Og somuleiðis er ætlanin er eisini, at foreldur skulu fáa ein umsorganardag í part um árið, til barnið fyllir sjey ár, við útgjaldi úr Barsilsskipanini.