Ongi úrslit

Myndir: Jákup Sverri og Þórunn fylgjast á sildakanningar

© Havstovan.
Havstovan
5. mai kl. 19:09

Í síðstu viku byrjaðu árligar felagskanningar av norðhavssild.

Tað serliga í ár var, at Jákup Sverri og íslendska havrannsóknarskipið, Þórunn Þórðardóttir, fylgdust út av Havnini í góðveðrinum hósdagin 30. apríl, tá myndirnar vórðu tiknar.

Hetta var byrjanin upp á túrin hjá Jákup Sverra, meðan Þórunn Þórðardóttir var komin inn á Havnina m.a. fyri at fáa fólk umborð.

Þórunn Þórðardóttir er nýtt havrannsóknarskip, bygt í 2024. Tað er 69,80 m langt og 2024 bruttotons, so nakað størri enn okkara egni Jákup Sverri.

Norðhavssild er felags fiskastovnur, sum íslendarar, norðmenn, bretar, danir og føroyingar samstarva um at kanna. Kanningarnar hava verið skipaðar eftir sama leisti síðani 1996, t.v.s. í 30 ár.

Til ber at fylgja við hvar skipini eru. Þórunn Þórðardóttir sæst her og Jákup Sverri sæst her.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

Í gjár kl. 16:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 08:14

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

Myndir: Voxbotn 2026

20 tímar síðan