Ongi úrslit

Myndir: Nýggjur leikuhandil latin upp í Miðlon

Í dag Leygardagin 14. november lat nýggi leikuhandilin DINO dyrnar upp í Miðlon í Havn. Í sambandi við upplatingina varð skipað fyri einum hátíðarligum degi við ymiskum tiltøkum fyri børn og barnafamiljur.

Dánial Golightly
53 minuttir síðan

Upplatingarveitslan byrjaði klokkan 10.00, og nógv spennandi var á skránni hjá nýggja leikuhandlinum.

DINO var til staðar fyri at heilsa upp á børnini, og eisini varð boðið upp á poppkorn, sunkist og ballónir.

Millum tiltøkini vóru andlitsmáling, barnabingo og skattaveiða. Klokkan 13.00 var barnabingo, har møguleiki var at vinna leikur frá DINO, og seinni seinnapartin komu sjórænarar á vitjan í sambandi við eina spennandi skattaveiðu.

Í sambandi við upplatingina hevði handilin eisini serlig tilboð, har kundarnir kundu fáa 20 prosent í avsláttri av øllum LEGO-vørum. Harumframt fingu fyrstu kundarnir eina ókeypis DINO-troyggju við í keypinum.

Við nýggja leikuhandlinum DINO, sum heldur til í Miðlon á Hoyvíksvegi 67, hevur Havnin fingið enn ein handil við leikum og undirhaldi til børn.

Mest lisið hesa vikuna

Fjúrtan heilsuhjálparar afturat klaktir á Heilsuskúlanum í Suðuroy

12. november kl. 16:10

Hon var til reiðar at taka sæti á tingi fyri at fella uppskot um fosturtøku

10. november kl. 17:23

Løgtingskvinna vil tálma kappbjóðingini tá ið bústaðir verða seldir

10. november kl. 09:01

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

9. november kl. 20:35

Avmakt er eisini makt – hesin veturin verður drúgvur

11. november kl. 06:48

Zelensky við persónligari heilsan: Skrivaði á flaggið hjá Bjørn Kallsoy

11. november kl. 14:08