Ongi úrslit

Myndugleikarnir tóku yvir Bandero

Metti at trygdin hjá teimum var hótt

Jóhanna Højgaard
4 tímar síðan

Íslendska Landhelgisgæslan (Samsvarandi Vørn) fór í gjárkvøldið umborð á Bandero, skipið hjá Paul Watson Foundation, og tók yvir stjórnina á skipinum. Hetta eftir eina hending við hvalaveiðiskipinum Hvalur 9.

Sambært íslendsku myndugleikunum fór hendingin fram innan fyri 12 sjómíl frá íslendsku strondini.

Manningin á Hvalur 9 metti, at trygdin hjá teimum var hótt, og tí var serstyrkin hjá ríkisløgregluni send umborð, saman við Landhelgisgæsluni, og skiparin á Bandero varð handtikin. Enn er ikki upplýst hvør skipari er í løtuni.

Bjarni Már Magnússon, løgfrøðingur og serfrøðingur í havrætti, sigur við Morgunblaðið, at íslendsku myndugleikarnir høvdu víðar heimildir at grípa inn, tí hendingin fór fram innan fyri íslendska sjóvarøkið.

– Innan fyri 12 sjómíl hevur Ísland fullveldisrætt, og kann handhevja sína lóggávu. Hetta er eisini galdandi tá talan er um trygd og lógarhald á sjónum, sigur Magnússon.

  • Paul Watson Foundation vísir aftur, at talan var um hóttandi atburð. Sambært felagsskapinum var endamálið at fremja eitt friðarligt mótmæli móti hvalaveiðuni og at skráseta virksemið hjá hvalaveiðiskipunum.

Felagsskapurin sigur eisini, at íslendsku myndugleikarnir frammanundan vóru kunnaðir um átakið.

Hendingin er tann seinasta í drúgva stríðnum millum Paul Watson og íslendsku hvalaveiðuna.

Íslendska løgreglan kannar nú málið og skal taka støðu til, um grundarlag er fyri at reisa ákæru móti skiparanum á Bandero.

Sí Paul Watson kunngera hendingina

Mest lisið hesa vikuna

Bønarløta á Oyggjarvegnum

27. juli kl. 14:18

Sigmundur Mørkøre: Vil heldur broyta Føroyar enn flyta av landinum

26. juli kl. 11:00

Níggju børn hava fingið endurgjald eftir COVID-19-koppseting

Í gjár kl. 22:59

Myndir: Faroe Pride 2026

28. juli kl. 10:30

Tað er lætt at gita, men betri at vita, Astrið

27. juli kl. 10:06

Tórsfest - Benjamin Hav: - Eg kenni meg longu sum føroying

26. juli kl. 13:30