Ongi úrslit

Næstan 5000 bilar eru í Norðoyatunlinum um dagin

Bæði í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum var ferðslan í juni størri, enn hon áður hevur verið í hesum mánaðinum

Jóannes Hansen
5. juli kl. 21:31

Tað er tætt millum bilarnar í Norðoyatunlinum. Uppgerðin á tunnil.fo vísir, at tað í juni í miðal koyrdu 4977 bilar um samdøgrið í Norðoyatunlinum. Hetta er størsta tal í juni, síðani tunnilin læt upp fyri 20 árum síðani, 29. apríl í 2006, og tað er bara einaferð áður komið fyri, at fleiri bilar í miðal um dagin í einum mánaði hava verið í tunlinum. Tað var í august í fjør, tá ið talið var 5180.

Miðalferðsla pr. dag. fyri Norðoyatunnilin

At talið seinastu árini altíð er størst í august man koma av, at tað tá eru bæði Summarfestivalur og Sjómannadagur í Klaksvík.

Í Vágatunlinum var miðal talið fyri ferðsu ein dag í juni 3800. Hetta er størsta miðaltalið í juni, síðani tunnilin læt upp 10. desember 2002.

Einastu mánaðirnar, at miðaltalið í Vágatunlinum hevur verið størri enn í juni í ár var í juli í fyrraárið og í fjør, tá ið talið var ávikavíst 3800 og 3976.

Miðalferðsla pr. dag. fyri Vágatunnilin

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

Í gjár kl. 13:22

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

23 tímar síðan

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

Í gjár kl. 19:06

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:07