Ongi úrslit

NATO velur Saab: GlobalEye skal verða nýggja eftirlitsflogfarið hjá verjusamgonguni

NATO fer nú undir formligar samráðingar við svenska Saab um keyp av upp í tíggju GlobalEye-eftirlitsflogførum. Eingin sáttmáli er tó enn undirskrivaður.

© Saab
Saab GlobalEye.
Edmund Jacobsen
11 tímar síðan

NATO hevur valt Saab GlobalEye sum framtíðar eftirlitsflogfar hjá verjusamgonguni.

Tað kunngjørdi aðalskrivarin í NATO, Mark Rutte, á toppfundinum í Ankara í Turkalandi. NATO fer nú undir formligar samráðingar við Saab um møguligt keyp av upp í tíggju GlobalEye-flogførum. Saab hevur tó enn ikki fingið nakra bílegging, og eingin sáttmáli er undirskrivaður.

Skal avloysa verandi eftirlitskervi

NATO sigur seg hava tørv á at skifta verandi E-3 Sentry-flogførini, sum ofta verða nevnd AWACS, út. Hetta er partur av eini størri nútímansgerð av loftverjuni hjá NATO.

GlobalEye skal hava eftirlit við stórum økjum á landi, á sjónum og í luftini. Flogfarið byggir á framkomna Saab-radaran Erieye Extended Range og er harumframt útgjørt við nógvari framkomnari tøkni til eftirlit og tíðliga ávaring.

Saab fegnast um avgerðina

Saab-stjórin, Micael Johansson, sigur, at felagið er errið av avgerðini hjá NATO, og at GlobalEye er rætta valið hjá verjusamgonguni.

Saab GlobalEye kann tíðliga varnast dronur, ballistiskar rakettir, hypersoniskar rakettir og aðrar hóttanir, sum kunnu vera á veg móti NATO-limalondum.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

13 tímar síðan

Tveir sóu reytt í fyrsta málleysa javnleikinum í 28 ár

3. juli kl. 20:47