Tórshavnar kommuna, Tjóðsavnið og NIBIO, Norsk institutt for bioøkonomi, eru farin undir at skráseta náttúrusløg og plantulív í kommununi. Fyrsta skrásetingin fevnir um eitt øki á tilsamans fimm ferkilometrar.
Ongin lendisætlan í dag
Í dag er eingin lendisætlan fyri Tórshavnar kommunu. Skrásetingin skal geva eitt neyvt og dagført yvirlit yvir náttúruna og vera eitt týðandi stig á leiðini móti einari felags lendisætlan. Har skulu náttúruvirði, útbygging, landbúnaður, trivnaður og vinnumøguleikar vigast upp ímóti hvørjum øðrum.
Viðkvom øki skulu eyðmerkjast
Elsa Berg, borgarstjóri, sigur, at vitanin um lendissløg, vistskipanir og náttúruna sum heild er ov avmarkað. Skrásetingin skal tí eisini vísa, hvørji øki eru viðkvom ella hótt og hava tørv á serligum fyrilitum ella vernd.
Verkætlanin er fíggjað av Tórshavnar kommunu og verður framd í samstarvi við Tjóðsavnið og NIBIO.