Ongi úrslit

Navigare økir um flotan

Skipini hava eina lastkapasitet uppá 5.000–5.500 metrisk tons

Jóhanna Højgaard
23. august 2025 kl. 11:00

Hjá Navigare Shipping & Logistics hendir nógv áhugavert komandi tìðina. Teir økja munandi um flotan, við heili átta skipum.

Um miðjan september, verður MV Hav Amber handað teimun í Portugal.

MV Hav Amethyst legst síðan afturat í november, í Eystrasalti.

Tvey skip MV Hav Coral og MV Hav Sardis, vera síðani handaði í Europa í 2026.

-“Tað er tó bara byrjanin”, skrivar Navigare á Facebook, tí í juli 2026 kemur MV Hav Leiti. Hennara trý systurskip melda seg so síðani til hópin, árini 2026-2027.

Skipini hava eina lastkapasitet uppá 5.000–5.500 metrisk tons hvørt og eina farmarúmd uppá 7.600 m3.

Tann optimeraða brennievnisnýtslan ger, at tað vera munandi minkingar í útlátinum. Hettar fremur burðardygdarmálini hjá kundunum.

Umframt at fáa meira rakstrarorku og tvífalt størri lastorku, fara hesi átta skip at sikra m.a. betri effektivitet og langtíðar burðardygd.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57