Ongi úrslit

New York skelkar demokratarnar: Sosialistar koppaðu sitandi politikarum

Vinstrasinnaðir demokratiskir sosialistar vunnu stórar sigrar í New York, meðan meira hóvlig valevni hildu støðuni í øðrum valdømum.

© Bailey Alexander á Unsplash
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Zohran Mamdani var ikki sjálvur á atkvøðuseðlinum. Kortini gjørdist borgarstjórin í New York ein av stóru sigursharrunum, tá ið uppstillingarval vóru í fleiri amerikanskum statum týsdagin.

Tað skrivar Washington Post.

Trý valevni, sum Mamdani stuðlaði í New York, vunnu demokratisk uppstillingarval til Umboðsmannatingið. Tey hoyra til vinstravongin í Demokratiska flokkinum og standa fyri eini meira sosialari og populistiskari kós, har bústaðir, livikostnaður, heilsutænastur og fíggjarligur ójavni eru millum stóru málini.

Vinstra veingin koppaði sitandi politikarum

Darializa Avila Chevalier vann á sitandi demokratiska kongressliminum Adriano Espaillat. Claire Valdez varð vald at taka við eftir demokratiska veteranin Nydia M. Velázquez. Brad Lander vann á sitandi demokratiska kongressliminum Dan Goldman.

Tvey av valevnunum høvdu formligan stuðul frá Democratic Socialists of America. Brad Lander hevði ikki formligan stuðul frá felagsskapinum, men fekk stóran stuðul frá limum og felagsskapum nærindis rørsluni.

Á valnáttini segði Mamdani, at sigurin ikki var endin á eini politiskari rørslu, men byrjanin.

Hóvligir demokratar hildu eisini fast

Úrslitini vísa kortini, at vinstrarákið ikki vann allastaðni. Í 12. valdømi í New York vann Micah Lasher, sum er meira knýttur at gomlu floksleiðsluni í Demokratiska flokkinum. Hann fekk stuðul frá millum øðrum Jerry Nadler, Kathy Hochul og Mike Bloomberg.

Í Maryland vann demokraturin April McClain Delaney á David Trone. Hon hoyrir til meira hóvliga partin av flokkinum. Í Utah vann demokraturin Ben McAdams, sum eisini verður lýstur sum eitt meira hóvligt valevni.

Peningur hevði stóran leiklut. Bólkar, sum eru knýttir at kryptovaluta, vitlíki og pro-Ísrael-politikki, brúktu stórar upphæddir í fleiri valstríðum. Í Maryland fekk Adrian Boafo stuðul fyri meira enn 32 milliónir krónur frá einum kryptotengdum super-PAC-felagsskapi.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57