Vestmanna kommuna ruddar nú økið á Bakka og ger tað klárt til íbúðarbygging. Eitt samtak hjá Poul Erik Johannesen, Hjartvardi Kjærbæk og Jákupi Andreasi Lamhauge skal byggja níggju íbúðir á økinum.
Økið á Bakka varð saman við Kolastykkinum boðið út til bústaðarbygging. Tá ið freistin var farin, varð samtakið boðið til samráðingar við kommununa. Niðurstøðan varð, at samtakið keypir økið frá kommununi.
Atkomuligar hjá fólki við rørslutarni
Íbúðirnar fáa tvey kømur, alrúm og baðirúm. Allar íbúðirnar verða atkomuligar hjá fólki við rørslutarni.
Endamálið við útboðnum var at fáa fleiri bústaðir á marknaðin í Vestmanna, og kommunan fegnast um uppskotið, sum kom inn.
Fleiri upplýsingar um íbúðirnar verða almannakunngjørdar seinni.