Ongi úrslit

Nógv fólk ringja til løgregluna at melda ferðaleiðarar

Savnsmynd
Áki Bertholdsen
2. juni kl. 07:56

Løgreglan fær nógvar fráboðanir um útlendskar ferðaleiðarar, sum koma til Føroyar at vísa útlendskum ferðafólkum runt.

Útlendskir ferðaleiðarar, sum koma til Føroya við ferðafólki at vísa teimum runt, skulu hava arbeiðsloyvi er.

Og tað er verri enn so altíð, at teir ferðaleiðarar, sum koma hendavegin, arbeiða ólógliga, sigur løgreglan.

Nógvir hava arbeiðsloyvi, men so eru tað eisini fleiri ferðir, at talan er um norðurlendskar ferðaleiðarar, og tað er ikki eitt krav, at teir hava arbeiðsloyvi.

Men løgreglan kannar tær fráboðanirnar tey fáa , og bara í gjár varð ringt til løgregluna fýra ferðir um útlendskar ferðaleiðarar, og eisini tey málini verða kannað.

Tvær ferðir upp á stutta tíð, eru útlendskir ferðaleiðarar annars tiknir og vístir av landinum. Løgreglan sigur, at tveir av teimum hava verið her fleiri ferðir og víst ferðfólki runt, hóast teir ikki høvdu arbeiðsloyvi.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57