Ongi úrslit

Nógv tann størsti vøksturin er í Sandoynni

Áki Bertholdsen
9 tímar síðan

Sum vit áður hava skrivað, vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni, at hesar seinastu 12 mánaðirnar, frá í juni í fjør til juni í ár, vórðu tilsamans 14 milliardir útgoldnar í lønum í Føroyum. Í miðal er tað seks prosent meiri enn í 12 mánaða tíðarskeiðnum frá juni í 2024 til juni í fjør.

Hinvegin er tað stórur munur á, hvussu stór framgongdin hevur verið í teimum ymsu økjunum í landinum.

Men tað stingur í eyguni, at nógv tann størsta framgongdin er í Sandoynni, tí har vórðu heili 12,6 prosent meiri útgoldið í lønum frá juni í fjør til juni í ár, enn tað varð árið frammanundan.

Sandoyartunnilin lat upp í desembur í 2023, og tað sæst týðiliga á tølunum, at tá tekur menningin dik á seg, tí síðani tá hava pílarnir sum heild bara peika uppeftir.

Í juni í 2023, vórðu 19,1 milliónir goldnar í lønum í Sandoynni, men í juni í ár vórðu 28,1 milliónir útgoldnar í lønum. Í juni í 2023 vórðu lønargjaldingarnar í Sandoynni 1,9 prosent av øllum lønunum í landinum, men í juni í ár vóru tær 2,2 prosent.

Sum í restini av landinum, eru tað serliga hýrurnar hjá fiskimonnum, sum eru vaksnar nógv, tí tær eru hækkaðar 42,7 prosent.

Men bólkurin, sum eitur heilsøla og smásøla er hækkaður 10,7 prosent. Bólkurin, sum eitur umsitingarligar tænastuveitingar, er tvífaldaður, og aðrar tænastuveitingar eru hækkaðar næstan 29 prosent.

Miðallønin hjá hvørjum sandoyingi er eisini hækkað munandi: Í juni í 2023 tjenti hvør sandoyingur slakar 30.000 krónur í miðal, men nú tjenar hann slakar 40.000 krónur í miðal. Eyðvitað er nakað vanligar lønarhækkingar, men verri enn so alt.

Minsta framgongdin er í Norðurstreymoy, har vøksturin bara er 3,9 prosent.

Á myndini niðanfyri sæst, hvussu gongdin hevur verið í teimum ymsu økjunum hetta seinasta árið:

Mest lisið hesa vikuna

Brúðgommurin fer úr kirkjuni og at rógva kapp

11. juli kl. 08:08

Løgreglan rak heimleys í Havn á dyr

13. juli kl. 07:20

Syrgilig tíðindi á døgurða

13. juli kl. 20:56

Hava vit sum ikki eru kristin loyvi at vera her um nøkur ár?

12. juli kl. 07:56

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

7 tímar síðan

Fór á sjúkrahús eftir arbeiðsóhapp í Vágum

15. juli kl. 06:57