Føroyar vóru í vikuni karmur um ein týðandi NordForsk-fund, har granskarar úr fýra norðurlendskum verkætlanum um burðardyggan fiskiskap løgdu fram fyribils úrslit og umrøddu framtíðar avbjóðingar fyri havið og fiskastovnarnar.
Í setanarrøðuni undirstrikaði landsstýrismaðurin í granskingarmálum, Bárður á Lakjuni, týdningin av álítandi vísindaligari vitan í einari tíð, har bæði havumhvørvi og veðurlag broytast skjótt. Hann vísti á, at góð vitan er grundarlagið undir skilagóðum avgerðum um framtíðar fiskiskap og umsiting av havtilfeinginum.
Landsstýrismaðurin legði dent á, at eingin tjóð kann loysa hesar avbjóðingar einsamøll. Sambært honum er framtíðin hjá Norðuratlantshavinum treytað av tøttum samstarvi millum lond, granskarar og vinnuna.

Vitjaðu føroyskar fyritøkur
Umframt framløgur og fakligt kjak luttóku granskararnir í einari verkstovu um sambandið millum gransking og politiskar avgerðir. Á skránni var eisini ein vitjan hjá føroysku fyritøkunum Vónin og JFK, har luttakararnir fingu innlit í føroyska fiski- og alivinnu.
NordForsk fíggjar og fremur norðurlendskt granskingarsamstarv og granskingarundirstøðukervi, og fundurin í Føroyum var ein liður í hesum arbeiði.
(myndirnar niðanfyri eru frá LinkedIn síðuni hjá NordForsk)


