Í gjárkvøldið var tað stórt vónbrot, tá ið KÍ fimm minuttir undan leikloki í Litava varð varpað úr UEFA Champions League. Fyrr í kvøld var tað væntað, tá ið HB varð varpað úr UEFA Conference League. Eftir 2-0 heimasigur vann Motherwell 3-0 á Tórsvølli.
NSÍ var í kvøld á útivølli á Balkan ímóti Koper úr Slovenia, sum fyri einari viku síðani vann 2-0 í Klaksvík. Men hóast tað var ógvuliga heitt, og mótbrekkan frá fyrsta bríksli kendist rættiliga brøtt, so megnaði NSÍ at vinna seg víðari í kappingini.
NSÍ er oddalið í Meistaradeildini, og avrikið á Balkan í kvøld vísti, at NSÍ er ógvuliga væl fyri, nú tað stundar til seinna partin av landskappingini. Sambært skránni skal NSÍ mánadagin klokkan 17.15 spæla landskappingardyst í Gundadali ímóti HB. Hvussu tað verður við tí dystinum fæst at síggja. Longu hósdagin skal NSÍ aftur spæla í UEFA Conference League. Tá verður mótstøðuliðið FC Lugano úr Sveis, sum eigur heimadyst um eina viku.
Tá ið vanliga leiktíðin var farin í kvøld, var NSÍ frammanfyri 2-0 og so var samantalt 2-2 og tískil neyðugt við longdari leiktíð.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki bríkslaði dómarin fyri brotssparki til heimaliðið, men tað eydnaðist ikki at skora, tí Tom Amos í NSÍ málinum bjargaði.
NSÍ legði seg á odda 1-0 tíggju minuttir undan steðginum, og 20 minuttir undan leikloki varð leiðlsan tvífaldað. Bæði málini vórðu skorað í sambandi við deyðbóltsstøður. Tað fyrra skoraði Beinir Nolsøe, og tað seinna skoraði Marius Kryger Lindh. Hjá báðum málskjúttunum var talan um fimta altjóða dystin og um fyrsta málið í europeiskari liðkapping.
NSÍ vann 2-0 og so var neyðugt við longdari leiktíð. Tá minkaði heimaliðið um munin til 2-1 við brotssparki, og so sá tað av álvara svart út hjá NSÍ.
Klokkan vísti 122 minuttir, tá ið Viljormur Davidsen við hornasparki legði innfyri, og eftir sending frá innskifta Markusi Klein Danielsen var tað Michal Przybylski, sum við høvdinum skoraði, og so stóð á jøvnum 3-3 og harvið var neyðugt við brotssparkskapping.
Brotssparkskappingina vann NSÍ 4-3. Heilt stóri maðurin í brotssparkskappingini var NSÍ málverjin Tom Amos, sum tríggjar ferðir vann tvídystin við mótstøðumenninar.
Koper – NSÍ 0-2 (0-1) 1-3 eftir longda leiktíð
0-1: Beinir Nolsøe 35.
0-2: Marius Kryger Lindh 79.
1-2: Bassirou Ndiaye br
1-3: Michal Orzybylski 122.
Samantalt 3-3
Brotssparkskapping
0-0: Petur Knudsen misnýtir
0-0: Josip Iličić málverjin bjargar
0-1: Jann J. Benjaminsen
1-1: Barrirou Ndiaye
1-1: Viljormur Davidsen málverjin bjargar
1-1: Alvaro Roncal málverjin bjargar
1-2: Alex Freyr Elisson
2-2: Kamil Manseri
2-3: Klæmint A. Olsen
3-3: Jean-Pierre Longonda
3-4: Daniel Obbekjær
3-4: Filip Damjanovic málverjin bjargar
Samantalt 6-7