Ongi úrslit

NSÍ fær ókeypis møguleika í grannauppgerðini

Trýstið á B68 er stórt, tá ið Øssur Hansen og AB í morgin vera gestir á Svangaskarði

Jóannes Hansen
6 tímar síðan

Undan 15. umfari sá tað út til, at KÍ í hesum umfarinum kundi endurvinna oddasessin. KÍ var í dag stórfavorittur á heimavølli ímóti 07 Vestur, men tað kiksaði. 07 Vestur vann 1-0, og vágaliðið var tað fyrsta at fara úr Klaksvík við fullari úrtøku síðani 2. juni 2024, tá ið Víkingur vann 2-0 í Klaksvík. Í landskappingini hevur KÍ ikki tapt síðani 23. juni í 2024, tá ið KÍ tapti 3-0 í Gundadali ímóti HB.

Harvið var tað greitt seinnapartin, at KÍ fer ikki at endurvinna oddasessin í hesum umfarinum. Hin parturin av líkingini var, at NSÍ fer ikki at vinna og kanska einki stig fer at vinna í grannauppgerðini ímóti Víkingi í annaðkvøld. Hvussu tað verður við tí fæst at vita í annaðkvøld. Eftir KÍ tapið í dag er tað greitt, at NSÍ undir øllum umstøðum verður topplið eftir hetta umfarið. Spurningurin er hvussu nógv stig NSÍ fer at vera frammanfyri KÍ. Í løtuni hevur NSÍ 32 stig, og KÍ hevur 30 stig. Í annaðkvøld verður munurin tvey trý ella fimm stig.

NSÍ hevur tvær tær seinastu ferðirnar vunnið fulla úrtøku – 3-0 ímóti B36 og 1-0 ímóti B68.

Víkingur hevur ikki tapt síðani 1-0 tapið í Klaksvík 6. apríl. Í fyrsta umfari tapti Víkingur í sera tættari uppgerð 1-0 í Runavík. Síðani tá hevur talan verið um eyðsýnda leikliga framgongd bæði hjá NSÍ og Víkingi, sum bara verður tvey stig frá B36, um tað í annaðkvøld eydnast at vinna fulla úrtøku. Leygardagin hittast B36 og Víkingur í Gundadali.

B36 meiri enn hálvkiksaði í dag á útivølli ímóti EB/Streymi. B36 hevur ikki vunnið fulla úrtøku fýra tær seinastu ferðirnar.

At EB/Streymur í dag vann eitt stig, og at 07 Vestur í dag vann fulla úrtøku í Klaksvík ber við sær, at tað av álvara er trýst á, tá ið B68 í annaðkvøld fær vitjan av AB, har fyrrverandi B68 venjarin Øssur Hansen hevur ábyrgdina. Í fyrsta umfari vann AB 2-0 á heimavølli ímóti B68.

B68 hevur tapt tvær tær seinastu ferðirnar uttan at skora mál, og B68 hevur ikki vunnið fulla úrtøku síðani 10. mai, tá ið B68 vann 2-0 á útivølli ímóti 07 Vestur.

 Undan vitjanini av Aegjum er B68 á níggjunda plássi við 12 stigum, og AB er á sætta plássi við stigum. Um tað eydnast toftamonnum at vinna fulla úrtøku, verður tað stutt frá AB og aftur til niðurflytingarstrikuna.

Skála ÍF, sum er aftast við 11 stigum, fer í annaðkvøld í Gundadal at hitta HB, sum hevur 18 stig. Støðutalvan sigur, at talan er um lyklauppgerð fyri báðar partar.

KÍ – 07 Vestur 0-1 (0-0)

0-1: Casper G. Hansen 65.

 

EB/Streymur – B36 2-2 (2-1)

0-1: Bartal Páll Klein 3.

1-1: Gestur B. Dam  10.

2-1: Gestur B. Dam 23.

2-2: Ragnar Samuelsen 66.

 

NSÍ

14

10

2

2

27

13

32

15

8

6

1

31

12

30

B36

15

7

6

2

27

18

27

Víkingur

14

5

7

2

19

13

22

HB

14

5

3

6

20

21

18

AB

14

5

3

7

20

23

17

EB/Streymur

15

3

5

7

16

22

14

07 Vestur

15

4

1

10

11

26

13

B68

14

3

3

8

17

33

12

Skála

14

2

5

7

13

20

11

Mánadagin 29. juni

Víkingur – NSÍ: Eiler Rasmussen kl. 18.30

B68 – AB: Árni Brandsson Petersen kl. 18.30

HB – Skála ÍF: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.30

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 16:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 08:14

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

Myndir: Voxbotn 2026

Í gjár kl. 19:17