Ongi úrslit

NSÍ leggur trýst á klaksvíkingar

Í gjárkvøldið fór B36 fyri fyrstu ferð í ár av vøllinum við ongum, tá ið tað í Runavík endaði við trivaligum heimasigri

Jóannes Hansen
1 tími síðan

Seinnapartin fara klaksvíkingar út á Skála, har fyrsta bríksl undir Mýruhjalla verður klokkan 15. Sentingurin er at vinna fulla úrtøku ímóti heimaliðnum, sum fyri einum stórum mánað síðani megnaði málleysan javnleik í Klaksvík, og sum yvirhøvur hevur staðið seg væl, hóast tað ikki altíð hevur sæst í úrslitunum.

Setningurin hjá heimaliðnum er at renna undan botninum, og setningurin hjá KÍ er at endurvinna oddasessin. Hann misti KÍ í gjárkvøldið, tá ið NSÍ við 3-0 heimasigri ímóti B36 legði seg trý stig framum bæði B36 og KÍ.

Tapið var tað fyrsta hjá B36 í landskappingini í ár. Tá ið NSÍ fyrr í ár var í Gundadali, vann B36 2-0. Tá vóru bæði málini skoraði innanfyri ein minutt í seinna hálvleiki. Í gjárkvøldið legði NSÍ seg á odda 2-0 eftir lítlari løtu tíðliga í fyrra hálvleiki, eftir at B36 fyrstu løtuna hevði verið omaná.

Tobias Hestad var millum teir fyrstu ellivu fyri triðju ferð, og 1-0 málið var tað næsta hjá honum í Meistaradeildini. Lítla løtu seinni økti Michal Przybylski um munin til 2-0. Átta minuttir undan steðginum sá Heini Vatnsdal, sum undir skaðasteðgi hevur verið nógv saknaður í B36 miðverjuni, gula kortið fyri aðru ferð, og so var tað torført hjá B36.

Viljormur Davidsen staðfesti miðskeiðis í seinna hálvleiki 3-0 stevnusigurin hjá heimaliðnum.

Í Sørvági var tað undirhaldandi og hendingarríkt, tá ið Víkingur í góðveðrinum á Country Festivalinum vann 3-2. Hetta var fyrsta ferðin, at Tór-Ingar Akselsen helt um stýrisvølin hjá 07 Vestur, og hóast tað endaði við tapi, so vístu hugburður og avrik, at tað býr væl meiri í vágaliðnum, enn tað fyrr í ár hevur verið at sæð.

Ole Arntsen, sum hesa ferð var vongverji í høgru, legði dygst undan steðginum heimaliðið á odda, og teir á heimaliðnum iðraðu seg um, at leiðslan eftir fyrra hálvleik ikki var í minsta lagi 2-0.

Eftir steðgin komu víkingarnir fyri seg. Tá gekk tað meiri fyri seg eftir teirra treytum, enn tað hevði gjørt í fyrra hálvleiki. Aron Benjaminsen vísti seg aftur at eiga avgerandi leiklut. Tá ið ein tími var farin javnaði hann eftir einmansavrik, og tíggju minuttir seinni átti hann uppleggið, tá ið innskifti Jørgen Nielsen legði Víking framum 2-1. Í síðsta minutti umsetti Sølvi Vatnhamar brotsspark til 3-1, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, minkaði 07 Vestur um munin til3-2. Málskjútti var innskifti 18 ára gamli Jónas Nordendal, sum í sínum 15. dysti í Meistaradeildini fyri fyrstu ferð var málskjútti.

Í dag

Skála ÍF – KÍ: Bjarki Danielsen kl. 15.00

EB/Streymur – B68: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00

AB – HB: Leivur Zachariassen kl. 17.15

 

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

11. juni kl. 10:25

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

12. juni kl. 12:14

Oddmar Færø farin

Í gjár kl. 21:07

Bilur koyrt útav í Kollafirði

Í gjár kl. 00:02

Føroyskir skótar í Kambodja fyri at fáa altjóða limaskap

Í gjár kl. 14:24

Máttu tvær ferðir eftir sama manni

12. juni kl. 08:05