Ongi úrslit

Nú bíðar NSÍ eftir boðum frá UEFA

Meiri enn eitt samdøgur eftir, at farið varð frá húsum, er ferðalagið hjá Hamrun Spartans komið í Vágar, og nú verður farið til Klaskvíkar

Karstin Joensen er formaður í NSÍ
Jóannes Hansen
9. juli kl. 12:14

Ivamálið hevur verið stórt, um tað fór at vera fótbóltur í Klaksvík í kvøld. NSÍ eigur heimadyst ímóti Hamrun Spartans úr Malta, og fyrsta bríksl er ásett at vera klokkan 19.45.

Meðan dómararnir úr Írlandi og onnur, sum fyri UEFA hava við dystin at gera, hava verið í Føroyum og Klaksvík síðani týsdagin, so var tað ikki fyrrenn nú lítla løtu fyri døgurða, at Hamrun Spartans ferðalagið lendi í Vágum.

Stórt ivamál hevur tí verið, um tað fór at verða dystur í Klaksvík í kvøld, og tað er framvegis ógreitt, um dysturin verður klokkan 19.45 í kvøld ella seinni í kvøld, ella um dysturin verður útsettur til í morgin.

-Bólturin liggur hjá UEFA, sum um eina løtu – vónandi innanfyri ein tíma – fer at taka avgerð um, nær dysturin verður spældur, sigur formaðurin í NSÍ Karstin Joensen í samrøðu við Árna Gregersen í FM1 útvarpinum nú á middegi.

Ferðalagið fór frá húsum við leiguflogfarið í gjáramorgunin. Tá ið flogfarið var yvir flogvøllinum, var tað ov tjúkt at lenda, og flogfarið fór til Bergen. Ætlanin var at fara úr Bergen tíðliga í morgun, men fráferðin varð útsett, tí tað framvegis var ov tjúkt. Klokkan gott 10 lætti flogfarið úr Bergen, og nú stendur tað í Vágum.

 

NSÍ - Hamrun Spartans: Kevin O'Sullivan kl. 19.45 – sambært skránni

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

Í gjár kl. 13:22

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

19 tímar síðan

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

Í gjár kl. 19:06

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

Í gjár kl. 09:07