Ongi úrslit

Nú er semja um alt og sostatt hava vit fingið nýggja samgongu

Áki Bertholdsen
8. apríl kl. 08:58

Nú eru teir tríggir flokkarnir, sum hava samráðst um samgongu, Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin samdir um teir seinastu smálutirnar og somuleiðis eru flokkarnir eisini samdir um, hvussu tey ymsu málsøkini skulu býtast ímillum teir.

Í gjárkvøldið varð semja um teir seinastu snøklarnar og sostatt er nýggj samgongað í roynd og veru skipað.

Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, og samráðingarleiðari, sigur, at allar seinasta hond verður løgd á samgonguskjalið í dag og hann væntar at nýggja samgongan fer at hava tíðindafund í morgin har alt verður lagt fram.

Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin eru rættiliga ymiskir, bæði tá ið tað snýr seg sum ríkisrættarligu støðuna og tá ið tað snýr seg um høgra og vinstrapolitikk.

Men Beinir Johannesen heldur, at samráðingarnar hava gingið væl - men sum hann hevur sagt, merkir tað eisini, at allir tríggir flokkar hava verið til reiðar at slaka í sínum kjarnumálum fyri at kunna møtast á miðjuni og at fáa eitt úrslit, allir flokkar kundu liva við.

Tingfundur verður mánadagin og tá skal alt tað formliga fáast í rættlag.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

Í gjár kl. 15:48

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57