Ongi úrslit

Nú er trýst á bæði NSÍ og HB

Í botninum verður tað ivaleyst neyðugt at vinna 20 stig ella fleiri fyri at sleppa undan niðurflyting

Jóannes Hansen
5 tímar síðan

Í annaðkvøld verður punktum sett fyri 17. umfar í Meistaradeildini hjá monnum. Tað verður, tá ið HB fær vitjan av NSÍ.

Úrslitini lagaðu seg soleiðis í dag, at tað verður trýst á báðum liðunum, sum fara á vøllin í Gundadali í annaðkvøld.

At KÍ í dag vann 2-0 á heimavølli ímóti B36 ber við sær, at klaksvíkingar aftur eru ovast á stigatalvuni. Teir eiga betri málmun enn NSÍ, sum við javnleiki ella sigri ímóti HB aftur fer at leggja seg framum greipuvinnararnar í Klaksvík.

Møguleikin lúrdi í dag fyri, at Europaferðin hjá KÍ í Litava mikukvøldið, tá ið tað var vónbrot, at KÍ við 1-0 tapi varð varpað úr UEFA Champions League, fór at síggjast aftur á avrikinum á vøllinum, og at B36, sum so ofta hevur staðið seg væl í Klaksvík, fór at vinna í hvussu so er eitt og kanska trý stig.

Soleiðis gekk tað ikki. Heimaliðið vísti seg at vera betri upplagt enn B36. At Páll A. Klettskarð beinanvegin skoraði til 1-0 bar við sær, at tað gekk fyri seg eftir treytunum hjá heimaliðnum, og tá ið Erlend Hustad, sum fyri fjórðu ferð í landskappingini var millum teir fyrstu ellivu, beinanvegin eftir steðgin økti um munin til 2-0, gekk tað fult og heilt fyri seg eftir treytunum hjá KÍ, sum dugdi væl at varðveita bóltin, og sum ikki gav B36 møguleika at spæla seg í góðar støður.

So er spurningurin, hvussu teir í NSÍ eru fyri at hitta HB í annaðkvøld. NSÍ spældi hóskvøldið, tá ið tað var neyðugt við longdari leiktíð og brotssparkskapping, áðrenn tað var greitt, at NSÍ hevði vunnið seg víðari í UEFA Conference League, og NSÍ ferðalagið var ikki aftur í Føroyum fyrrenn í gjárkvøldið.

HB var hóskvøldið væl og virðiliga varpað úr europeisku kappingini, tá ið Motherwell vann 3-0 á Tórsvølli. Avrikið var á ongan hátt so sannførandi, at tað leggur upp til, at HB verður roknað sum favorittur ímóti NSÍ. Men tað er trýst á HB, sum er á fimta plássi við 24 stigum. Málið er at vinna pláss í Europa um eitt ár. Í løtuni er HB fimm stig frá fjórða plássi og fimm stig frá triðja plássi. Tað er neyðugt at vinna í hvussu so er fjórða og kanska triðja plássið fyri at vinna europeiskt atgongumerki.

Skráin segði, at HB fríggjakvøldið á Summarfestivalinum skuldi vera gestur hjá KÍ. Nú er tann dysturin fluttur til mánakvøldið 10. august.

Hóast víkingarnir við Margáir vóru illa upplagdir undan steðginum ímóti EB/Streymi, sum var frammanfyri 1-0 og hevði fleiri møguleikar at økja um leiðsluna, so vann Víkingur 2-1, og gongdin higartil og støðutalvan leggja upp til, at víkingarnir eisini næsta ár fara at spæla í Europa.

AB vann 3-2 á heimavølli ímóti Skála. Sigurin ber við sær, at AB er seks stig frá fjórða plássi, og at tað eru níggju stig aftur til niðurflytingarpláss.

Kappingin um at sleppa undan at flyta niður er stór, og soleiðis sum støðan er í løtuni, so kann tað væl vera, at tað skulu 20 og kanska fleiri stig enn so til fyri at sleppa undan at flyta niður.

07 Vestur er eftir tapið á Toftum aftast við 13 stigum, og EB/Streymur er á sjeynda plássi við 17 stigum. B68 var í dag leingi á veg ímóti tapi, sum hevði borið við sær, at toftamenn við 12 stigum høvdu verið fimm stig frá áttanda plássi. Nú endaði tað við, at B68 vann 2-1 ímóti 07 Vestur, og harvið eru Skála og 07 Vestur undir strikuni við ávikavíst 14 og 13 stigum.

Næstu vikurnar bíða fleiri lykladystir í stríðnum um at sleppa undan niðurflytignatplássunum:

Tann fyrsti verður fríggjadagin, tá ið 07 Vestur fær vitjan av EB/Streymi.

 

KÍ – B36 2-0 (1-0)

1-0: Páll A. Klettskarð 6.

2-0: Erlend Hustad 49.

 

B68 – 07 Vestur 2-1 (0-1)

0-1: Casper G. Hansen 38.

1-1: Jovan Goronjic 85.

2-1: Loick Lespinasse 93.

 

EB/Streymur – Víkingur 1-2 (1-0)

1-0: Óli Eyðsteinsson Poulsen 2.

1-1: Sølvi Vatnhamar 48.

1-2: Ingi Arngrímsson 78.

 

AB – Skála ÍF 3-2 (2-0)

1-0: Ragnar Skála 4.

2-0: Bjarki C. Nielsen br 31.

3-0: Bjarki C. Nielsen br 76.

3-1: Jákup Pauli Frederiksberg 93.

3-2: Karl Martin Johansen 95.

 

Í morgin

HB – NSÍ: Rúni Gaardbo kl. 18.30

 

17

9

7

1

33

12

34

NSÍ

16

10

4

2

30

16

34

B36

18

8

6

4

28

22

30

Víkingur

17

7

8

2

26

17

29

HB

16

7

3

6

28

23

24

AB

18

7

2

9

25

28

23

EB/Streymur

17

4

5

8

19

25

17

B68

17

4

3

10

19

36

15

07 Vestur

17

3

5

9

17

27

14

Skála

17

4

1

12

13

32

13

18. umfar

Fríggjadagin 7. august

07 Vestur – EB/Streymur kl. 18.30

Sunnudagin 9. august

Víkingur – B68: kl. 15.00

NSÍ – Skála: kl. 17.15

Mánadagin 10. august

KÍ – HB: kl. 18.30

Ólavsøkuaftan

B36 – AB 1-0

 

UEFA Europa League

Hósdagin 6. august

Lech Poznan – KÍ: kl. 18.00

UEFA Conference League

Hósdagin 6. august

FC Lugano – NSÍ: kl. 19.30

Mest lisið hesa vikuna

Deyðatalið komið upp á 67

Í gjár kl. 11:30

Leggur ætlanir um at selja HM-rættindi á hillina

Í gjár kl. 10:46

Bønarløta á Oyggjarvegnum

27. juli kl. 14:18

49.000 fólk brustu inn í Spania

31. juli kl. 10:58

Níggju børn hava fingið endurgjald eftir COVID-19-koppseting

29. juli kl. 22:59

1,3 milliardir krónur í akkumuleraðum tapi í 6 ár, ið ongin ger nakað við

31. juli kl. 06:00