Í apríl í ár vóru tilsamans 20.016 húski í Føroyum. Talið á húskjum veksur alsamt, men hetta er fyrstu ferð, at tað fer upp um 20.000 húski.
Men nógv tey flestu húskini eru smá, tí í meiri enn 67 prosent av øllum húskjum í landinum, býr bara eitt, tvey, ella trý vaksin fólk við ongum børnum.
Serliga er tað húski har tað bara býr eitt vaksið fólk, sum veksur skjótt og nú eru 5.563 av teimum í landinum, og sosatt er tað í 27,8 prosent av øllum húskjum, har tað bara býr eitt fólk.
Tað er samstundis tað mest vanliga slagi av húskjum.
Næstvanligasta slagið eru húski, har tað bara búgva tey vaksin fólk. Tey eru 4.994 í tali, ella 25 prosent av øllum húskjum í landinum.
Og triðstørsti bólkurin eru húski, har tað búgva trý, ella fleiri, vaksin við ongum børnum, tey eru 2.788 í tali, ella 13,9 prosent.
Sostatt hava vit 13.345 húski í Føroyum, har eingi børn búgva og tað eru 66,7 prosentum av øllum húskjum.
Tað eru eisini tey sløgini av húskjum, har eingi børn eru, sum veksa skjótast, serliga húskini, har tað bara býr eitt fólk.
Harafturímóti stendur talið á barnafamiljum mest sum í stað, hóast fólkatalið annars er nógv vaksið
Ì apríl 2010 vóru 1.906 pinkubarnafamiljur í Føroyum, har yngsta barnið var undir 5 ár, nú eru tær 2.058 í tali. Her er talan um húski har tað búgva tvey vaksin við børnum undir fimm ár.
Í apríl í 2010 vóru 1.516 húski, har tað búðu tvey vaksin fólk við børnum millum 6 og 17 ár, í dag eru tey húskini 1.624 í tali.
Talið á støkum uppihaldarum við smábørnum, stendur at kalla í stað, ella tað kvinkar niður eftir, tí í dag eru tey 225 í talið, og tað eru nøkur heilt fá færri enn í 2010.
Men talið á støkum uppihaldarum við eldri børnum ímillum 6-17 ár, veksur nógv. Í apríl í 2010, vóru tey 287 í tali, nú eru tey 433 í tali.