Tórshavnar kommuna skipar týsdagin 21. juli klokkan 17 fyri kunnandi fundi um uppskotið til nýggja serstaka byggisamtykt fyri økið millum Landavegin og Jóannesar Paturssonar gøtu. Fundurin verður í Posthúskjallaranum.
Tórshavnar býráð samtykti uppskotið 18. juni. Endamálið er at skipa framtíðar bústaðarbygging á økinum, har ætlanin er at loyva stakhúsum, tvíhúsum, raðhúsum og íbúðarbygningum.
Íbúðarbygningar kunnu verða 11,5 metrar høgir
Økið verður býtt í fýra partar. Tveir partar verða ætlaðir raðhúsum, meðan ein partur verður lagdur av til íbúðarbygging. Í fjórða partinum kunnu stakhús, tvíhús, raðhús og íbúðir verða bygd.
Í íbúðarøkinum verður mesta loyvda hæddin við útvegg níggju metrar. Hægsta punktið á mønuni kann vera 11,5 metrar. Bygningarnir skulu hava mønutekju.
Í minsta lagi eitt parkeringspláss skal gerast fyri hvørja búeind. Harumframt skal uppihaldsrúm gerast til íbúgvarnar. Tað skal vera í minsta lagi fýra fermetrar fyri hvørja íbúð.
Handlar og smærri vinnuvirki kunnu eisini loyvast
Byggisamtyktin loyvir eisini handlum, smærri vinnuvirkjum og stovnum, sum natúrliga hoyra heima í einum bústaðarøki.
Verandi farleiðir gjøgnum økið skulu tryggjast. Kommunan kann harumframt seta krøv til útsjóndina á bygningum í sambandi við umbyggingar, útbyggingar og nýbyggingar.
Serliga verður lagt upp til íbúðarbygging á matriklum 858ab, 859b, 859e og 860a.