Ongi úrslit

Nýggj ES-tøl: Arbeiðsloysið minkar, men ung eru hart rakt

Arbeiðsloysið í evruøkinum var 6,2 prosent í mai, meðan ES sum heild lá á 5,9 prosentum. Í Danmark var arbeiðsloysið 6,9 prosent.

© Antoine Schibler / Unsplash
Edmund Jacobsen
7. juli kl. 18:30

Arbeiðsloysið í evruøkinum stendur í stað. Í mai var árstíðarjavnaða arbeiðsloysið 6,2 prosent, sama støði sum í apríl. Í ES var arbeiðsloysið 5,9 prosent, eisini óbroytt frá mánaðinum frammanundan. Tað vísa nýggj tøl frá Eurostat.

Tølini vísa samstundis, at arbeiðsloysið er eitt vet lægri enn fyri einum ári síðani. Í mai í fjør var arbeiðsloysið 6,3 prosent í evruøkinum og 6,0 prosent í ES.

Eurostat metir, at 13,163 milliónir fólk vóru arbeiðsleys í ES í mai. Av teimum vóru 10,986 milliónir í evruøkinum.

Færri arbeiðsleys í ES

Samanborið við apríl minkaði talið á arbeiðsleysum við 40.000 í ES og 55.000 í evruøkinum.

Samanborið við mai í fjør er minkingin størri. Tá vóru 82.000 fleiri arbeiðsleys í ES og 158.000 fleiri í evruøkinum.

Danmark liggur tó oman fyri ES-miðaltalið. Sambært Eurostat var arbeiðsloysið í Danmark 6,9 prosent í mai. Í apríl var tað 7,0 prosent.

Ungdómsarbeiðsloysið hækkar

Hjá teimum ungu er støðan meira ótrygg. Í mai vóru 2,918 milliónir ung undir 25 ár arbeiðsleys í ES. Ungdómsarbeiðsloysið var 15,2 prosent í ES, upp úr 15,1 prosentum mánaðin frammanundan.

Í evruøkinum var ungdómsarbeiðsloysið 14,7 prosent. Tað er sama støði sum í apríl.

Í Danmark var ungdómsarbeiðsloysið 15,5 prosent í mai. Tað er hægri enn bæði ES-miðaltalið og miðaltalið í evruøkinum.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig tíðindi á døgurða

13. juli kl. 20:56

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

17. juli kl. 09:59

Legg hornið á um Laura Bech ringjur

16. juli kl. 12:38

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

17 tímar síðan

Fór á sjúkrahús eftir arbeiðsóhapp í Vágum

15. juli kl. 06:57

Stórur eldur í sethúsum í Sørvági

18. juli kl. 12:00