Ongi úrslit

Nýggj frágreiðing:

Sudan: Brotsgerðir hjá RSF í El Fasher “ein skammarblettur á samvitskuna hjá mannaættini"

Amnesty International Føroyar
14. juli kl. 21:29

Í hernaðarligu royndini at leggja býin El Fasher í Norðurdarfur, Sudan, undir seg, framdi parahernaðarligi bólkurin The Rapid Support Forces (RSF) brotsgerðir móti mannaættini og etniska útreinskan. Tað er niðurstøðan í nýggjari frágreiðing hjá Amnesty International.

Frágreiðingin ‘Býur undir kringseting, børn undir álopum: Brot móti mannaættini framd av Rapid Support Forces í Norðurdarfur’ prógvar, at sivil í og kring El Fasher vórðu dripin, særd, bukaði, pínd og afturhildin frá tíðiliga í 2024 og til oktobur 2025.

Fleiri hundrað túsund børn eru rikin frá hús og heimi, og nógv teirra hava áhaldandi verið í lívsvanda. Tey eru særd av álopum og í royndini at flýggja. Óteljandi børn eru nú foreldraleys.

Fólk við breki og eldri fólk hava verið fyri málrættaðum álopum og verða noktað alneyðuga hjálp.

RSF stríddist ímóti sudanska herinum, Sudanese Armed Forces (SAF) og øðrum samsintum vápnaðum liðum, ið legði Norðurdarfur í oyði. RSF framdi morð, tvingsilsflytingar, fongsling, tortur, neyðtøkur, trældóm og herav kynsligan trældóm, kynsligan harðskap, ørdráp og jagstran.

“Kríggi í Sudan er eitt kríggj á sivil. Heimurin varð ávaraður um ræðuleikarnar, sum tey sivilu í El Fasher upplivdu, tá RSF kringsettu býin. Tað er ein skammarblettur á samvitskuna hjá mannaættini.

Børn vóru ikki bert fylgiskødd av hesum harðskapinum – ofta vóru tey álopin við vilja og líðingin var øðilig. Tey vóru dripin, skødd, neyðtikin, burturflutt. Móti teirra vilja vórðu nógv teirra tvugin at verða barnaherfólk.”

Ein landsumfatandi vápnahvíld er neyðug alt fyri eitt. Eitt óheft altjóða herlið við røttum førleikum má setast inn í Sudan fyri at verja tey sivilu mótvegis brotsverkum frá øllum pørtum í stríðnum. Uttan bráðfeingis atgerð frá altjóða samfelagnum, fara álop, øðilig líðing og sálarløstir framd mótvegis børnum at halda áfram uttan nakra forðing.” segði Agnès Callamard, altjóða aðalskrivarin í Amnesty International, tá frágreiðingin varð almannakunngjørd 1. juli.

Síðan frágreiðingin frá Amnesty varð almannakunngjørd, hava talsfólk fyri Altjóða Krígsdómstólin (ICC) gjørt vart við avgerandi framstig í kanningini av brotsverkum, sum vóru framd undir krígnum í Sudan í Darfur-økinum. Hesi framstigini kunnu knýta brotsverkini at leiðslupersónum. ICC kannar í løtuni álop á býirnar al-Geneina, í 2023, og al-Fashir í fjør, har serfrøðingar hjá ST siga, at herdeildir frá parahernaðarligu Rapid Support Forces framdu brostverk, sum bera “eyðkenni fyri fólkadráp” móti fólki av ikki-arabiskari ætt.

Amnesty heitir tí eisini á altjóða samfelagið at stuðla undir royndini at leggja ábyrgdina á rætta stað, herundir arbeiði hjá ICC.

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

Í gjár kl. 13:22

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

19 tímar síðan

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

Í gjár kl. 19:06

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

Í gjár kl. 09:07