Ongi úrslit

Nýggj frímerki og 50 ár við føroyskum jólamerkjum

Tíðindskriv
5 tímar síðan

Í dag koma ársins seinastu frímerki út. Hesa ferð eru evnini føroyski tjóðsangurin, sum fyllir 120 ár, og Sankta Lusia. Harumframt koma ársins jólamerki út, og í ár eru 50 ár liðin, síðan fyrstu føroysku jólamerkini vórðu givin út.


Tjóðsangurin 120 ár

Tað var Símun av Skarði, sum yrkti Tú alfagra land mítt í 1906, meðan Petur Alberg smíðaði lagið í 1907. Sama ár varð sangurin sungin alment fyri fyrstu ferð. Áðrenn hetta varð Eg oyggjar veit nýttur sum tjóðsangur, og í fleiri ár vórðu báðir sangirnir nýttir.  Síðan 1959 hevur Tú alfagra land mítt staðið fremst í Songbók Føroya Fólks og havt støðu sum tjóðsangur Føroya.

Heiðrik á Heygum hevur sniðgivið frímerkið.

 

Jólafrímerki: Sankta Lusia

Sankta Lusia var ein kristin kvinna úr Sýrakus, sum hjálpti kristnum í loyndum og at enda varð dripin fyri sína trúgv. Seinni varð hon lýst halgimenni og er vorðin eitt tekin um ljós og vón í myrkrinum. Í Føroyum er lusiagonga ein siðvenja í desember, tá børn ganga lusiagongu í barnagørðum, skúlum og kirkjum.

Jana Jonhardsdóttir hevur sniðgivið jólafrímerkini. Hetta fyrstu ferð, hon sniðgevur føroysk frímerki. Jana er útbúgvin í Onglandi, har hon tók BA í Contemporary Arts og MA í Fine Arts. Hon arbeiðir við myndlist, myndaprýðing og grafiskum sniði, og hevur sýnt fram bæði í Føroyum og uttanlands.

Jólamerkini 2026

Tey fyrstu føroysku jólamerkini komu út tann 1. november 1976 - fyri 50 árum síðan. Síðani tá er ágóðin av søluni farin til góð endamál fyri børn og ung í Føroyum. Tey fyrstu trý árini fór ágóðin til Barnahjálpargrunnin, sum hevði til endamáls at veita faðirleysum børnum í Føroyum hjálp. Í 1979 varð Jólamerkjagrunnurin stovnaður við tí endamáli at býta út ágóðan av jólamerkjasøluni.

Ársins jólamerki hevur Lena Nicolajsen sniðgivið. Hon býr í Keypmannahavn og er útbúgvin í visuellari kommunikatión. Hon er virkin sum listafólk og hevur millum annað myndprýtt fleiri barnabøkur. Hetta er fyrstu ferð, hon sniðgevur jólamerki fyri Posta.

Set jólamerki á jólagávur og pakkar, og ver við til at hugna um jólapostin og stuðla einum góðum endamáli.


Frímerki fáast til keyps á www.stamps.fo og á posthúsum kring landið. Á heimasíðuni ber eisini til at lesa áhugaverdar greinar um føroysk frímerki.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið hevur ferðast fyri 3,4 milliónir upp á eitt hálvt ár

14. oktober kl. 08:42

Vegurin avbyrgur av stórari skriðu

14. oktober kl. 11:54

Stormurin í gjár kravdi eitt mannalív

15. oktober kl. 07:52

Ávaring frá løgregluni til  fólk í Hvalvík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:56

Brutto lønarhækkan/pensjónshækkan fyri 2026

15. oktober kl. 21:43

Hann undrast á hví vit halda fram at koppseta fyri koronu

13. oktober kl. 08:12