Ongi úrslit

Nýggj kanning: Fleiri danir liva heilt uttan rúsdrekka

Fýra av tíggju dønum hava seinasta árið tilvitað valt rúsdrekka frá í eitt tíðarskeið. Serliga ung raðfesta heilsu og trivnað.

© Nguyen Ydse / Unsplash
Keypið av reinum alkoholi í Danmark minkaði úr 9,1 litrum fyri hvønn vaksnan í 2024 í 8,8 litrar í 2025.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Ein nýggj kanning, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Bláa Kross í Danmark, vísir, at 41,3 prosent av dønum hava valt rúsdrekka frá í eitt tíðarskeið seinasta árið.

Av teimum, sum hava valt rúsdrekka frá, siga 30 prosent, at tey liva uttan rúsdrekka sum eitt tilvitað lívsstílsval. Í 2025 var talið 21,1 prosent.

Broytingin er serliga týðilig millum 18–34 ára gomul. Í hesum aldursbólkinum hava 55 prosent umhugsað at sleppa rúsdrekka í eitt tíðarskeið, og 46 prosent hava longu gjørt tað.

Heilsa og trivnaður viga mest

Hjá 52,2 prosentum eru betri svøvnur, meiri orka og aðrir heilsuligir fyrimunir høvuðsorsøkin. 36,8 prosent siga, at tey einfalt ikki hava hug til rúsdrekka.

– Fleiri taka virkið støðu til, hvønn leiklut rúsdrekka skal hava í lívi teirra, sigur Morten Skov Mogensen, aðalskrivari í Bláa Krossi í Danmark, við danska miðilin Effektivt Landbrug.

Keypið av reinum alkoholi minkaði úr 9,1 litrum fyri hvønn vaksnan í 2024 í 8,8 litrar í 2025.

Mest lisið hesa vikuna

Deyðatalið komið upp á 67

1. august kl. 11:30

Leggur ætlanir um at selja HM-rættindi á hillina

1. august kl. 10:46

Tað pínur løgtingsmannin av álvara

11 tímar síðan

49.000 fólk brustu inn í Spania

31. juli kl. 10:58

Níggju børn hava fingið endurgjald eftir COVID-19-koppseting

29. juli kl. 22:59

1,3 milliardir krónur í akkumuleraðum tapi í 6 ár, ið ongin ger nakað við

31. juli kl. 06:00