Ein nýggj kanning vísir, at álitið á norðurlendska samstarvið er sera sterkt í Danmark, Finnlandi, Noregi og Svøríki.
Millum 79 og 85 prosent av borgarunum í teimum fýra londunum siga, at samstarvið millum Norðurlond gevur teimum størri trúgv upp á framtíðina. Tað er hægri enn álitið á nógvar stovnar innanlands.
Sterkt samstarv í ótryggari tíð
Kanningin vísir samstundis, at norðurlendska samstarvið verður mett at geva støðufesti í eini tíð, har nógv halda, at álitið í samfelagnum er viknað.
Minst tveir triðingar av borgarunum í hvørjum landi siga, at samfelagsálitið er viknað seinnu árini. Í Finnlandi siga 37 prosent, at talan er um munandi viknan.
Finnland skapar mest álit
Tá borgararnir verða spurdir, hvørt norðurland skapar mest álit, liggur Finnland ovast við 47 prosentum. Síðani koma Noreg, Danmark og Svøríki.
Samstundis siga 84 til 89 prosent, at Norðurlond eru besta økið í heiminum at búgva í.
Kanningin er gjørd av Verian fyri Norðurlendska ráðharraráðið og SuomiAreena. Umleið 1.000 fólk í hvørjum landi hava svarað.