Sjóvinnustýrið er í holt við at nútímansgera føroysku vitarnar. Í Fugloy eru mastur og linsa skift, meðan vitarnir í Hesti og á Kallinum hava fingið nýggjar LED-linsur.
Vitar kunnu stýrast úr fjarstøðu
LED-tøknin krevur munandi minni viðlíkahald og brúkar minni streym. Samstundis ber til at stýra bæði blinki og ljósstyrki úr fjarstøðu. Tøkni verður eisini sett í vitarnar, sum boðar frá, um ólag kemur í.
Stóru, gomlu vitarnir verða framvegis varðveittir og viðlíkahildnir, samstundis sum tøknin verður dagførd. Soleiðis verður eyðkenda útsjóndin varðveitt, hóast vitarnir verða nútímansgjørdir.
Tvøroyri stendur næst
Næsta uppgávan verður at skifta innsiglingarljósini til Tvøroyrar. LED-vinkulvitar verða settir upp á Tvøroyri og á Gálgatanga. Tað er serliga Smyril, sum brúkar hesa siglingarleiðina. Arbeiðið við at nútímansgera vitarnar heldur fram komandi summar.