ES-nevndin fór í dag undir at handhevja nýggj krøv um gjøgnumskygni í lóggávuni um vitlíki. Fyritøkur skulu greitt upplýsa brúkarum um, at teir samskifta við ein kjattbott og ikki eitt menniskja.
Krøvini fevna eisini um deepfake-tilfar – myndir, sjónbond og ljóð, sum eru gjørd ella broytt við vitlíki. Slíkt tilfar skal merkjast. Reglurnar galda myndugleikar, fyritøkur, stovnar og privatfólk, sum almannakunngera AI-framleitt tilfar.
Skal minka um villleiðing
Endamálið er at styrkja álitið á talgildum tilfari og gera tað lættari hjá fólki at meta um, hvørt tilfar er álítandi.
Ávísar AI-skipanir skulu eisini merkja tilfarið á ein hátt, so tøkniligar skipanir kunnu staðfesta, at tað er gjørt við vitlíki.
Dansk Industri tekur undir við felags reglum, men heitir á fyritøkur um at kanna, hvørji krøv galda fyri teirra nýtslu av vitlíki.
Enn er ógreitt, hvør danskur myndugleiki skal hava eftirlit við nýggju reglunum.