Suðurkorea vísir veruligan áhuga fyri føroyskum fiskavørum. Tað kom fram, tá ein suðurkoreansk sendinevnd vitjaði Vinnuhúsið.
Yang Young Jin, aðalstjóri í Fisheries Policy Bureau, stóð á odda fyri sendinevndini.
Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, greiddi frá føroyskum útflutningi. Hann legði serliga dent á týdningin av einari fríhandilsavtalu millum Føroyar og Suðurkorea.
– Tað tykist at vera veruligur áhugi fyri at keypa føroyskar fiskavørur og við tíðini at menna samhandilin enn meira, sigur Niels Winther.
Vilja menna útflutningin
Vitjanin kom í kjalarvørrinum á føroysku handilsferðini til Suðurkorea í juni.
Sendinevndin vitjaði eisini Uttanríkis- og fiskimálaráðið. Har skrivaðu partarnir undir eina ætlanaryvirlýsing um samstarv og menning av útflutninginum av føroyskum fiskavørum til Suðurkorea.