Ongi úrslit

Nýggjur skúlastjóri settur: Turid Vang Frederiksen tekur við á Løgmannabreyt

Turid Vang Frederiksen verður nýggjur skúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt. Hon tekur við starvinum 1. september.

© Undirvísingarstýrið.
Turid Vang Frederiksen.
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bárður á Lakjuni, hevur sett Turid Vang Frederiksen í starv sum skúlastjóra í Skúlanum við Løgmannabreyt. Hon tekur við starvinum 1. september 2026.

Turid Vang Frederiksen er 50 ára gomul, ættað úr Froðba og búsitandi í Hoyvík. Hon tók læraraútbúgving í 2013 og hevur drúgvar undirvísingarroyndir úr fólkaskúlanum.

Hevur eisini leiðsluroyndir

Áðrenn hon varð útbúgvin lærari, var hon útbúgvin grannskoðaranæmingur við HD. Hon hevur eisini leiðsluroyndir úr privatu vinnuni, har hon hevur starvast sum roknskaparleiðari og fíggjarleiðari.

Turid Vang Frederiksen er harumframt farin undir eftirútbúgving innan leiðslu.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingsmaður noktar at tosa enskt tá ið hann fer á matstovu í Føroyum

5. august kl. 11:58

Nógvur ófriður í nátt - løgreglan hevur havt fleiri í brummuni

8. august kl. 08:24

67 ára gamli musikkhandilin, Simme Musikkhús í vanda fyri at lata aftur!

8. august kl. 12:03

Sjúkrabilar og brandbilar høvdu ikki fingið koyrt fyri parkeraðum bilum

Í gjár kl. 08:19

Fekk bót tí at hann hevði ikki rætta koyrikortið

15 tímar síðan

Løtumyndir-Rasmus Seebach

7. august kl. 21:21