Ongi úrslit

Nýtt sendistovustarv elvir til øði: – Nú arbeiðir tú fyri, at USA skal yvirtaka Grønland

Fyrrverandi USA-serfrøðingur hjá TV 2 skal arbeiða á amerikonsku sendistovuni. Starvsvalið hevur longu elvt til hvassar politiskar atfinningar.

© Sofie Rud.
Sofie Rud, sum hevur verið USA-serfrøðingur hjá TV 2, skal starvast sum politiskur serfrøðingur á amerikonsku sendistovuni í Keypmannahavn.
Edmund Jacobsen
5 tímar síðan

Sofie Rud, sum hevur verið USA-serfrøðingur hjá TV 2, skal starvast sum politiskur serfrøðingur á amerikonsku sendistovuni í Keypmannahavn. Nýggja starvið hevur elvt til harðar atfinningar, tí Donald Trump, forseti í USA, fleiri ferðir hevur sagt, at USA vil hava Grønland.

Vil ikki svara um Grønland

Sofie Rud skrivar á LinkedIn, at starvið sameinir hennara stóra áhuga fyri bæði donskum og amerikonskum politikki.

Men tá Ekstra Bladet spurdi, um hon eisini skal arbeiða fyri, at USA yvirtekur Grønland, vildi hon ikki svara.

– Eg havi ongar viðmerkingar, segði hon fleiri ferðir og vísti miðlinum til tíðindafólkið hjá sendistovuni.

– Ikki til lukku

Ole Birk Olesen úr Liberal Alliance finst hvassliga at starvsvalinum.

– Nú arbeiðir tú fyri, at USA skal yvirtaka Grønland. Tað fari eg ikki at ynskja tær til lukku við, skrivar hann.

Politiski viðmerkjarin Jarl Cordua er uppaftur harðari. Hann heldur, at starvið í veruleikanum snýr seg um at skapa undirtøku fyri amerikonskum áhugamálum og ætlanini um at innlima Grønland.

Mest lisið hesa vikuna

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

24. juli kl. 08:52

Bønarløta á Oyggjarvegnum

27. juli kl. 14:18

Sigmundur Mørkøre: Vil heldur broyta Føroyar enn flyta av landinum

26. juli kl. 11:00

Níggju børn hava fingið endurgjald eftir COVID-19-koppseting

Í gjár kl. 22:59

Myndir: Faroe Pride 2026

28. juli kl. 10:30

Tað er lætt at gita, men betri at vita, Astrið

27. juli kl. 10:06