Kommunan fer at leiga sethús í Stoffalág 35 sum fyribils loysn, samstundis sum arbeitt verður við einum nýggjum frítíðarskúla í Djóna í Geil gøtu.
Sambært Tórshavnar kommunu hevur Smílibýlið í nógv ár havt ov trongar umstøður. Núverandi høli í Stoffalág 82 rúma í mesta lagi 47 børnum, og síðani 2022 hava børn úr 1. flokki eisini verið í Garðalon í Eysturskúlanum. Kommunan sigur, at hetta ikki eru hóskandi umstøður fyri ein frítíðarskúla.
Kommunan keypir nýggja staðseting
Á býráðsfundi 30. apríl samtykti Tórshavnar býráð at keypa ognina í Djóna í Geil gøtu 49 til nýggjan frítíðarskúla.
Talan er um eitt grundøki á 2.617 fermetrar við einum bygningi á 565 fermetrar, sum varð bygdur í 1977. Staðsetingin er umleið 200 metrar frá Eysturskúlanum og nær við Eysturvøll, spælipláss og ítróttarfasilitetir. Sambært kommununi gevur hetta góðar møguleikar fyri námsfrøðiligum virksemi.
Kommunan sigur eisini, at nýggi frítíðarskúlin skal hava pláss fyri trimum árgangum.
Astrið Breckmann: Eysturbýurin er undirraðfestur
Sama mál hevur eisini verið tikið upp politiskt. Í einum lesarabrævi sigur býráðslimurin Astrið Breckmann, at Eysturbýurin hevur verið fyri mismuni samanborið við aðrar býarpartar í Tórshavn.
Hon vísir á, at Smílibýlið bert hevur tilboð til børn í 1. og 2. flokki, meðan aðrir býarpartar hava frítíðarskúlatilboð upp til 3. flokk.
– Tað einasta, vit ynskja her í Eysturbýnum, er, at vit eisini verða raðfest, sigur Astrið Breckmann í lesarabrævinum.
Fyribils loysn skal bøta um umstøðurnar
Við at leiga húsini í Stoffalág 35 verður Smílibýlið samlað á tveimum adressum, beint við síðuna av hvørjari aðrari. Samstundis fær Eysturskúlin Garðalon aftur til skúlanýtslu.
Tórshavnar kommuna sigur, at bæði børn og starvsfólk fara at fáa munandi betri umstøður, tá fyribils loysnin og nýggi frítíðarskúlin eru komin upp á pláss.