Ongi úrslit

Nýtt vinnuøki í Havn: 48 grundstykki á Ovara Hjalla avhendað

Eftir nærum trý ára arbeiði er nýggja vinnuøkið á Ovara Hjalla liðugt. Umleið 130.000 fermetrar eru nú klárir til vinnuvirksemi.

© ArtiCon.
Eftir umfatandi spreingingar, lendisgerð og vegagerð eru 48 nýggj vinnugrundstykki nú klár á Ovara Hjalla. Nýggja vinnuøkið er umleið 130.000 fermetrar.
Edmund Jacobsen
52 minuttir síðan

Articon hevur avhendað Tórshavnar kommunu 48 nýggj vinnugrundstykki á Ovara Hjalla. Arbeiðið byrjaði síðst í 2023 og hevur fevnt um umfatandi boring, spreinging, lendisgerð og vegagerð.

Nýggja vinnuøkið er umleið 130.000 fermetrar til støddar. Har eru 25 størri grundstykki, sum eru millum 2.000 og 10.000 fermetrar, og 23 minni grundstykki, sum eru millum 300 og 500 fermetrar.

Nærum 400.000 rúmmetrar av gróti sprongdir

Verkætlanin hevur verið bæði stór og krevjandi. Beint undir 400.000 rúmmetrar av gróti eru boraðir og sprongdir fyri at gera lendið klárt til vinnuvirksemi.

Alt sprongda grótið er endurnýtt á staðnum. Tað er brúkt sum fyllitilfar og knúst tilfar til at byggja økið upp.

Sambært Articon hevur hetta minkað um tørvin á at flyta tilfar til og frá arbeiðsplássinum.

1.100 metrar av nýggjum vegi

Umframt lendisgerðina er eitt umfatandi leiðingarkervi lagt í økið.

Leiðingar eru lagdar til kloakk, regnvatn og vatn, umframt at útbúnaður og leiðingar eru lagd til gøtuljós, SEV, NET og fjarhita.

Tilsamans eru umleið 1.100 metrar av vegi gjørdir, og umleið 12.000 fermetrar eru asfaltaðir.

Kreton hevur staðið fyri asfalteringini av vegum, gongubreytum og parkeringsøkjum, meðan VLH hevur gjørt vegmerkingina.

Arbeiðið er framt í samstarvi við Tórshavnar kommunu og LBF.

Nýggju grundstykkini skulu geva bæði stórum og smáum fyritøkum betri møguleikar at fáa fótafesti og menna sítt virksemi í høvuðsstaðnum.

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

Í gjár kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:07