Ongi úrslit

Ófriðaligari í býnum í enn vanligt eina leygarnátt

Áki Bertholdsen
28. mars kl. 09:13

Tað hevur verið nakað av fólki í býnum í nátt og løgreglan sigur, at tað hevur eisini verið ófriðarligari enn tað plagdi at vera eina leygarnátt.

Í nátt vóru boð eftir løgregluni úr einum vertshúsi í Havn tí fólk vóru komin til ilnar. Løgreglan sigur, at har vóru tvey fólk upp í og nú skal løgreglan royna at fáa greiði á, akkurát hvat tað var, sum hendi.

Tey vænta, at eitt mál fer at spyrjast burtur úr, men um talan verður um eitt harðskapsmál vita tey ikki. Ein annar møguleiki er, at annað fólki, ella bæði, fáa bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar. Hevur tað verið áfast teirra millum, er bótin 3.000 krónur

Løgreglan hevur eisini tikið ein útlending upp, sum var so fullur, at hann kláraði seg ikki sjálvur og í Klaksvík vóru eisini boð eftir løgregluni eftir nøkrum fullum útlendingum, sum ikki vóru grannhavandi.

Løgreglan roynir eisini at fáa greiði á, akkurát hvat er farið fram í hesum føri, men eisini tað endar kanska við eini skuldseting um harðskap, og eisini eini skuldseting um herverk.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

18 tímar síðan

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57