Ongi úrslit

Ógvusligt ferðsluóhapp í gjár - tveir bilførarar skuldsettir

Áki Bertholdsen
19. mai kl. 07:49

Seinnapartin í gjár hendi eitt ógvusligt ferðsluóhapp á strekkinum sunnan fyri Norðskálatunnilin.

Tveir bilar komu úr tunlinum á veg suðureftir, tá ið tann aftari bilførarin fer undir at yvirhála tann fremra. Men samstundis snarar tann fremri til vinstru tí hann ætlar sær inn á frákoyringina til Eiði 2 hjá Sev.

Løgreglan sigur, at tað brast og báðir bilarnir fingu fitt av skaða - men fólkaskaði var eingin.

Løgreglan sigur, at báðir bilførararnir vóru útlendingar, annar búði her og hin var ferðamaður.

Báðir bilførararnir vórðu skuldsettur, annar fyri at yvirhála, hóast umstøður ikki vóru til tað, og hin fyri at snara til vinstru uttan at ansa eftir at nakar bilur kom aftan ífrá.

Báðir bilførararnir fingu bót. Ferðamaðurin mátti avgreiða bótina á staðnum fyri at fáa trygd fyri, at hann ikki fer av landinum uttan at hava rindað hana.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57