Ongi úrslit

Ólavsøkurenningin

Bragdið
30. juli 2025 kl. 22:00

Tað vóru systkini úr Klaksvík, Julian og Rutt Gregersen, sum fóru við sigrinum í dag, tá ólavsøkurenningin var á Skálatrøð 27.juli.

Bæði hava runnið á oyggjaleikunum og eru tí væl fyri.

Julian og Jacob Ejby Stengaard kappaðust allar 5 km, men Julian var drúgvari og kom á mál nøkur sekund framman fyri Jakob.

Jakob hevur annars verið einaráðandi í øllum kappingunum hann hevur luttikið í í Føroyum, men í dag ætlaði Julian tað øðrvísi. Julian setti eisini rutumet við tíðini 15.18! Ragnar Rasmussen var nummar trý.

Hjá kvinnunum var eingin ivi. Rutt legði seg á odda beinanvegin og helt hinum aftan fyri seg og tíðin var 19.07. Maria C. Nielsdóttir var nummar trý og Bjørk Herup Olsen, sum fyrr hevur runnið fleiri sigrar heim, gjørdist nummar trý.

Undirtøkan var góð og umleið 50 fleiri runnu við í ár í mun til í fjør. Serliga eru nógv børn við til ólavsøkurenningina, men tey vaksnu leggjast eisini aftrat. Gott veður og ein áskoðaravinarlig ruta, so verður tað næstan ikki betri.

Hjartaliga til lukku tit øll og takk fyri tykkara luttøku.

Takk til okkara stuðlar og okkara limir, sum altíð eru klárir at traðka til.

Úrslitini eru her:https://my.raceresult.com/350435/results

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

Í gjár kl. 13:22

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

23 tímar síðan

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

Í gjár kl. 19:06

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:07