At strika havnagjøldini er ikki bara eitt vánaligt hugskot. Uppskotið er eisini umboðandi fyri arbeiðslagið hjá samgonguni.
Samgongan vil spara pengar. Hon vil brúka minni enn hon ger í dag.
Men heldur enn at strika onkra tænastu, effektivisera ella annars minka um sínar egnu útreiðslur, kemur hon við einum lógaruppskotið um at Strandferðslan ikki longur noyðist at rinda fyri tænastur hjá kommunalum havnum.
Altso, heldur enn at spara, lóggevur mann bara eina rokning, sum landið rindar fyri eina tænastu, burtur.
Hetta er ein frammaná fyri kommunala sjálvræði, hetta er ryggleysur fíggjarpolitikkur og vánaligt politiskt handverk. Fleiri umboð í samgonguni hava tíbetur meldað út, at tey ikki taka undir við uppskotinum.
Hetta rakar fyrst og fremst Tórshavnar Havn, tí fyri henni merkir tað fleiri milliónir í inntøkumissi. Tórshavnar Havn hevur annars altíð kýtt seg at veitt góðar tænastur til Strandferðsluna, men hetta góða samstarvið er nú í vanda orsaka av Jacob Vestergaard.
Og sum um tað ikki var nokk, so er uppskotið eisini í stríð við grundlógini. Tað var tað eisini tá sami landsstýrismaður legði sama uppskotið fram í 2009, men tók tað aftur. Onki er broytt síðani tá, so løgfrøðiliga útgangsstøðið er tað sama, men uppskotið verður bara tveitt niðan í tingið allíkaval. Kanska landsstýrismaðurin satsar uppá at hansara samgongufelagar ikki vita betur.
Lógardeildin hjá løgmanni fekk tíverri heldur ikki høvi til at venda løgfrøðiligu ivamálini við landsstýrið, tí landsstýrið leyp bara løgfrøgiligu eftirkanningina um. Ótrúligt at løgmaður, sum hevur ábyrgd av lógardeildina og at umsitingin fremur dygdargott lógarsmíð, hevur nikkað ja til hetta.
Og meðan alt óskilið herjar í tinginum, er løgmaður til Gallataffel hjá danska konginum. Fleiri av hesum týðandi ivamálum kunnu tískil ikki greiðast, tí løgmaður er ikki er til staðar í einum máli, sum hann veit krevja hansara hjáveru. Eg hevði hildið at politiska stýringin átti at verið tikin fram um nakrar góðar myndir í Billedbladet.
Uppskotið um havnagjøldini er eitt vánaligt uppskot, og varpar ljós á manglandi stýringina, himmalrópandi ábyrgdarfráskrivingina og vantandi gjøgnumskygni hjá ABC-samgonguni, hvørs samgonguskjal ber heitið "Ábyrgd, støðufesti og breiðar semjur". Her er so ongin ábyrgd, her er onki støðufesti og her eru ongar breiðar semjur.
Bjarni K. Petersen,
løgtingsmaður