Ongi úrslit

Opið hús í morgin: KG Hotel til reiðar at taka ímóti fyrstu gestunum

Klaksvík fær 1. juli eitt flott, nýtt hotell á høgum støði. Longu í morgin, leygardagin 27. juni, verður opið hús á  KG Hotel frá klokkan 14 til 17.

KG Hotel.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

KG Hotel liggur heilt niðri við sjóvarmálan í miðbýnum, beint norðan fyri Biskupstorg í Klaksvík. Nýggja hotellið verður rikið av Gist & Vist og skal vera eitt savningarstað fyri ferðafólk, vinnugestir, ráðstevnur og sjálvandi eisini klaksvíkingar.

Johannes Jensen, stjóri í Gist & Vist, sigur, at samtakið hevði hug at bróta upp úr nýggjum, og at KG Hotel hóskaði væl til hesa ætlanina.

Tá ið ein sterkur staðbundin hotelleigari, Reiðaríið Christian í Grótinum, samstundis vildi skapa nakað gott og serstakt fyri Klaksvík, var lítil ivi um, at Gist & Vist vildi vera við.

– Klaksvík er næststørsti býur í Føroyum, so sjálvandi skal Klaksvík hava eitt hotell á høgum stigi. Og tað fær Klaksvík nú. KG Hotel er nakað heilt serstakt, og ein kann neyvan finna eitt betri stað til eitt hotell, sigur hann.

Hava arbeitt hart fyri at verða liðug til tíðina

Sambært Johannes Jensen hevur tað verið gjørligt at bíleggja kamar á KG Hotel í átta mánaðir. Fyrstu gestirnir kunnu gista á hotellinum frá 1. juli 2026.

Hann greiðir frá, at tá ið ein setir sær eina so greiða og bindandi freist, er neyðugt at leggja nógv fyri.

– Vit hava øll verið sperd seinastu tíðina fyri at fáa alt liðugt til tíðina. Øll hava loyst hesa uppgávuna sera væl, og tí er tað ein stórur dagur í morgin, sigur Johannes Jensen.

Hann leggur afturat, at Gist & Vist gleðir seg til at síggja føroyingar á opnum húsi, serliga klaksvíkingar.

– Tað verður ein góður dagur, sigur hann.

83 kømur, matstova, spa og ráðstevnur

KG Hotel fær 83 kømur, matstovuna Sand Restaurant, Alda Spa og fundar- og ráðstevnuhentleikar við plássi fyri upp í 300 fólkum.

Navnið KG vísir til skrásetingarmerkið hjá fiskiførum úr Klaksvík og skal knýta hotellið at sjóvinnusøguni og samleikanum hjá býnum.

Hjá Gist & Vist eru tey spent og eyðmjúk um at fara undir at reka nýggja, stásiliga KG Hotel, sum verður lýst sum ein sonn bygningsperla í Klaksvík.

Vónin er, at hotellið, matstovan og vælveruøkið fara at skapa meiri menning og virksemi bæði í nærumhvørvinum og í samfelagnum sum heild.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Skuldsettur fyri brot á 266 b

Í gjár kl. 09:13

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57