Stórur og feitur makrelur, sum vigaði upp í 870 gramm, varð funnin í útnyrðingspartinum og norðara partinum av Norskahavinum. Samstundis var tann minsti makrelurin serliga at finna í syðru havøkjunum upp móti 64 stigum norður.
Tað vísir ársins makrel- og vistfrøðikanning hjá norska Havrannsóknarstovninum. Kanningin vardi í fimm vikur og fevndi um Norskahavið og grannaleiðir í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum. Skipini Eros og Vendla stóðu fyri kanningunum.
Mest av makreli mitt og eystarlaga
Størstu nøgdirnar av makreli vórðu skrásettar nær vatnskorpuni í miðara og eystara partinum av Norskahavinum. Har var veiðan tó fyri tað mesta smærri fiskur.
Á norðaru kanningarstøðunum var lítið av makreli. Fiskurin, sum varð fingin har, var hinvegin stórur og feitur. Veiðan í seinna parti av kanningini var munandi minni enn í fyrra parti.
Tættari kanningar minka um óvissuna
Norges Sildesalgslag fíggjaði tríggjar eyka kanningardagar hjá hvørjum skipi. Tað gjørdi tað møguligt at hava tættari millum kanningarstøðirnar.
Sambært granskarunum hevur hetta økt neyvleikan og minkað um óvissuna í metingunum av makrelmongdini í Norskahavinum.
Nógvur ungur svartkjaftur
Kanningin bendir eisini á, at sera nógv er til av svartkjafti. Stórar nøgdir vórðu skrásettar frá 60 stigum norður og heilt upp móti 77,3 stigum norður, útsynning úr Longyearbyen.
Veiðan var fyri tað mesta ungur fiskur, men eldri svartkjaftur varð eisini fingin á 150 til 400 metra dýpi. Størstu fiskarnir vóru í útnyrðingspartinum av Norskahavinum og nær Svalbarði.