Ongi úrslit

Óvissa um sjúkraflutningin: Er sjúkrabilur altíð tøkur í Vágum?

Jóhannis Joensen krevur greið svar um, hvørt sjúkraflutningsstøðin í Miðvági viðhvørt stendur ómannað, og um tilbúgvingin í Vágum er nøktandi.

Jóhannis Joensen, løgtingsmaður, hevur sett Eyðdis Hartman Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsumálum, fimm skrivligar spurningar um sjúkraflutningin í Vágum og í Føroyum sum heild.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Jóhannis Joensen, løgtingsmaður, hevur sett Eyðdis Hartman Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsumálum, fimm skrivligar spurningar um sjúkraflutningin í Vágum og í Føroyum sum heild.

Fyrispurningurin varð latin Løgtinginum 3. august 2026. Orsøkin er, at Jóhannis Joensen hevur fingið upplýsingar um, at sjúkraflutningsstøðin, støð 30 í Miðvági, viðhvørt kann standa ómannað, og at eingin sjúkraflutningsvakt tá er tøk í Vágum.

Vil vita, hvussu ofta støðin er ómannað

Jóhannis Joensen spyr, hvussu ofta støðin seinasta árið hevur verið uttan manning ella uttan tøka sjúkraflutningsvakt.

Hann vil eisini hava greiðu á, hvørjar ítøkiligar avbjóðingar kunnu vera orsøkin til, at støðin ikki altíð er mannað.

Fleiri enn 3.000 íbúgvar og altjóða flogvøllur

Eisini spyr hann, um tilbúgvingin í Vágum lýkur tey fakligu krøv og trygdarkrøv, sum eiga at verða sett í einum øki við fleiri enn 3.000 íbúgvum og einum altjóða flogvølli.

Hann vísir á, at fleiri túsund ferðafólk ferðast um Vága Floghavn hvønn dag, og at vantandi sjúkraflutningur tí kann fáa álvarsligar avleiðingar.

– Ein stórur vandi liggur í at miðsavna virksemið, stendur í viðmerkingunum til fyrispurningin.

Krevur ítøkilig átøk

Landstýriskvinnan verður eisini biðin um at greiða frá, hvørji ítøkilig átøk hon ætlar at seta í verk fyri at tryggja eina støðuga og nøktandi sjúkraflutningstænastu í Vágum.

Harumframt spyr Jóhannis Joensen, um ætlanir eru um at útbúgva og seta fleiri sjúkraflutningsfólk í teimum økjum, har tørvurin er, teirra millum í Vágum.

Mest lisið hesa vikuna

Deyðatalið komið upp á 67

1. august kl. 11:30

Leggur ætlanir um at selja HM-rættindi á hillina

1. august kl. 10:46

Tað pínur løgtingsmannin av álvara

Í gjár kl. 11:41

49.000 fólk brustu inn í Spania

31. juli kl. 10:58

Níggju børn hava fingið endurgjald eftir COVID-19-koppseting

29. juli kl. 22:59

1,3 milliardir krónur í akkumuleraðum tapi í 6 ár, ið ongin ger nakað við

31. juli kl. 06:00