Ongi úrslit

Paul Watson nærkast Íslandi: Sjóverjan er til reiðar at leggja upp í

Íslendska sjóverjan fylgir væl við støðuni, nú eitt skip hjá Paul Watson væntandi nærkast íslendskum sjóøki um vikuskiftið.

© Wikipedia.
Paul Watson.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Skipið hevur loyvi at sigla inn í íslendska búskaparliga sjóøkið. Sambært sjóverjuni verður økið í hesum sambandi mett sum altjóða sjógvur, tá ið talan er um sigling.

Myndugleikarnir siga seg tó vera til reiðar at leggja upp í, um vandi verður fyri lívi ella heilsu hjá manningunum umborð á íslendsku hvalaveiðiskipunum.

Málið er vorðið meira álvarsamt, eftir at íslendska løgreglan týsdagin fekk fráboðan um eina bumbuhóttan. Ein ókendur persónur hótti við at spreingja eitt hvalaveiðiskip hjá Hvalur hf. í luftina, um fleiri nebbafiskar vórðu veiddir.

Íslendska løgreglan metir tó ikki hóttanina sum álvarsama. Málið verður kortini framvegis kannað.

Vísir til hendingarnar í 1986

Ein leiðandi persónur í íslendska skiparafelagnum hevur heitt á myndugleikarnar um at vísa skipinum hjá Paul Watson burtur, áðrenn tað fær høvi at órógva lógligu hvalaveiðuna.

Watson hevur sagt, at hann ætlar sær at gera tað liðugt, sum hann fór undir í 1986.

Tað árið søkktu limir í Sea Shepherd tveimum íslendskum hvalaveiðiskipum.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Skuldsettur fyri brot á 266 b

Í gjár kl. 09:13

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

16 tímar síðan

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57