Ongi úrslit

Pensjónistar skulu kunna tjena nógv meir - men teir skulu eisini rinda eitt nakað afturfyri

Áki Bertholdsen
4 tímar síðan

Tað skal loysa seg nógv betur hjá pensjónistum at arbeiða. Tað halda tey í samgonguni og tað fara tey at taka stig til longu nú eftir ólavsøku, segði Beinir Johannesen, løgmaður, í ólavsøkurøðuni tá ið tingið varð sett ólavsøkudag.

Ongastaðni arbeiða pensjónistar so nógv sum í Føroyum og helvtin av øllum ímillum 65 og 74 ár eru framvegis á arbeiðsmarknaðinum.

Í hesum sambandi skulu pensjónistar kunna tjena nógv meiri enn teier gera nú, uttan at tað fær ávirkan á fólkapensjónina, boðaði løgmaður frá í ólavsøkurøðuni.

Sum er, kunnu fólkapensjónistar tjena 61.900 krónur, uttan at tað ávirkar fólkapensjónina. Tjena teir meiri enn tað, verður missa teir 20 prosent av fólkapensjónini.

Samgongan ætlar, at hetta markið skal flytast heilt upp á 300.000 krónur, stendur í samgonguskjalinum. Men tjena teir meiri enn tað, skulu teir so afturfyri missa 30 prosent av fólkapenjónini.

Men um alt verður gjørt í einum høggi er óvist. Beinir Johannesen, løgmaður, sigur í nýggjastu Dimmalætting, at tað skal samgongan taka støðu til í heyst, tá ið fíggjarlógin verður løgd.

Somuleiðis skulu pensjónistar eisini rinda til ALS, samhaldsfasta og í barsilsskipanina. Tilsamans er tað næstan fimm prosent.

Fyritíðarpensjonistar hava ikki somu eftirlønarskipan sum aðrir pensjonistar og sostatt verða teir verri fyri fíggjarliga, tá ið teir verða fólkapensjónistar

Tí fara teir at fáa eina serliga eftirlønarviðbót afturat vanligu fólkapensjónini.

Mest lisið hesa vikuna

Bønarløta á Oyggjarvegnum

27. juli kl. 14:18

Sigmundur Mørkøre: Vil heldur broyta Føroyar enn flyta av landinum

26. juli kl. 11:00

Níggju børn hava fingið endurgjald eftir COVID-19-koppseting

Í gjár kl. 22:59

Myndir: Faroe Pride 2026

28. juli kl. 10:30

Tað er lætt at gita, men betri at vita, Astrið

27. juli kl. 10:06

Tórsfest - Benjamin Hav: - Eg kenni meg longu sum føroying

26. juli kl. 13:30