Føroya Politi hevur í dag gjørt venjingar við Tjarnir. Venjingarnar eru partur av fyrireikingunum hjá politinum til dystirnar, sum verða spældir hóskvøldið í Havn og í Klaksvík. Fólk kunnu vænta, at politiið verður sjónligari enn vanligt í býarmyndini komandi dagarnar.
Fólk skulu kenna seg trygg
Alsamt fleiri evropeiskir dystir hava verið spældir í Føroyum seinastu árini, og oftast verða hesir avgreiddir í góðum ítróttaligum anda. Tó so er politiið væl fyrireikað og væl mannað til ymisku støðurnar, sum kunnu koma fyri – bæði áðrenn dystin, undir dystinum og eftir dystin.
Føroya Politi verður til staðar á ymiskan hátt og verður sjónligari enn vanligt í býarmyndini. Endamálið er at tryggja, at føroyska samfelagið kennist trygt, hóast at ein slíkur dystur verður spældur í Føroyum.
Kunning á Facebook
Á dystardegnum verður viðkomandi kunning frá Føroya Politi løgd á Facebook.