Gulu handilshúsini hjá John í Vestmanna verða 29. og 30. oktober broytt til eitt óhugnaligt ræðsluhús, har tey, sum tora inn, kunnu fáa ein ordiligan hvøkk.
Ungdómshúsið Staðið skipar fyri tiltakinum. Gestirnir skulu ganga gjøgnum myrkar smogur, har óvæntaðar hendingar kunnu fáa sjálvt tey djørvastu at ræðast.
– Ætlanin er, at fólk skulu gerast frá sær sjálvum av ræðslu – eitt stað, har marrur verða til veruleika, siga tey á Staðnum.
Ungdómarnir hava sjálvir gjørt lutirnar og tilhoyrið til ræðsluhúsið. Nakrir av teimum elstu fara eisini at spæla leiklutir í óhugnaligu søgugongdini.
Ræðsluhúsið er opið hóskvøldið 29. og fríggjakvøldið 30. oktober, bæði kvøldini frá klokkan 18 til 21.
Atgongumerkið kostar 50 krónur, og fýra fólk sleppa inn í senn.
Aldursmarkið er 4. flokkur. Yngri børn sleppa tó inn við loyvi frá foreldrunum, men skulu hava ein vaksnan við sær.
Inngongdin er oman fyri húsið, gjøgnum íbúðina.